1. manslið í góðum stima

Lagt var upp til ein spennandi hondbóltsdag úti í Sundbyhallerne á Amager, tá ÍF Føroyar á heimavølli tók móti Amager SK. Besta mansliðið hevði ein greiðan málsetning til dystin, og hesin var at halda framm við góðu gongdini frá undanfarnu dystunum.

 

Øll liðini hjá ÍF Føroyum skuldu á vøllin hendan kalda leygardagin, og tískil var huglagið í høllini serliga gott, og vóru áskoðarirnir eisini algoystir. Dystirnir hjá besta kvinnu- og mansliði vóru beinleiðis stroymdir um alnetið, og kom tað ikki óvart á nakran, at allir leikarar høvdu ávíkavist sett hárið og bona skallan.

 

Hóast at hetta skuldi vera ein veitsludagur fyri hondbóltsfelagið ÍF Føroyar, var tað Amager SK, ið fekk eina heldur trivaliga byrjan. ÍF Føroyar hevði trupulleikar við at fáa gongd á álopsspælið, og tískil legði mótstøðuliðið seg á odda við 4 málum tíðliga í fyrsta hálvleiki. Tað var eyðsæð, at broytingar máttu gerast í álopspartinum, og tískil tók Janus Sørensen ta avgerð, at hann sjálvur skuldi inn á vøllin.

 

Hetta vísti seg eisini at vera ein góð avgerð, og gekk tað ikki long tíð, áðrenn Janus hevði vent dystinum. Við skjótum og góðum álopsspæli, hjúklaði fjøltáttaði hoyvíkingurin um áskoðararnar, og ÍF Føroyar var nú við aftur í dystinum. Liðini fóru til hálvleiks við úrslitinum (13 - 14), serliga Janusi og Jens at takka. Jens skygdi serliga nógv hendan dagin, og kom hann eisini á máltavluna við heili 7 málum, tó nakað aftanfyri Rósing Rasmussen sum fekk heili 10 mál.

 

Í steðginum vóru leikarar og venjari á einum máli um, at liðið skuldi halda framm við góðu gongdini.

 

Og tað gekk ikki lang tíð, so hevði ÍF Føroyar lagt seg á odda við 2 – 3 málum; ein leiðsla, ið varð hildin gjøgnum allan dystin. Amager SK royndi seg við fleiri taktiskum snildum, eitt nú mannsverjan, men hetta ávirkaði ikki leiðsluna stórvegis. Dysturin endaði 30 – 26 til ÍF Føroyar, og allir leikarar kundu sostatt fara til jólafrokost við góðari samvitsku.

 

Dagsins leikari gjørdist Rósing Rasmussen

 

Málskjúttar: Rósing 10, Jens 7, Janus 6, Tummas Pauli 2, Hanus 2, Jákup 1, Kristoffur 1, Rói 1.

 

Atkvøður til Dagsins leikara: Rósing 9, Janus 2, Jákup 2.

 

Eik stuðlar 1.liði