1. kvinnulið eru væl á veg

ÍF Føroyar 1. kvinnulið - USG 4 27-20

Leygardagin 23. november var ein stórur dagur fyri øll liðini hjá ÍF Føroyum. Øll fýra liðini hjá felagnum spældu heimadyst og rómurin í høllini henda dagin var heilt serstakur. Flestu limirnir hjá ÍF Føroyum høvdu sett sær dagin av til hondbólt, samanhald og veistlu. Tá dysturin hjá fremsta kvinnuliðnum varð bríkslaður í gongd kl.15:45, varð ivaleyst sett áskoðaramet. Sera stuttligt.

 

Liðmynd áðrenn dystin leygardagin. Aftast frá vinstru Maria Dahl, Elin Stakksund, Kristina Thomassen, Ása Dam á Neystabø, Birita Joensen, Jákup Larsen, venjari. Fremst frá vinstru Gunnvá Brockie, Maria Svabo Samuelsen, Eydna Apol og Tordis Tróndarson.

 

Undan dystinum lógu kvinnurnar hjá ÍF Føroyum á einum 3 plássi við 10 stigum (bert 2 stig frá einum fyrsta plássi), meðan mótstøðuliðið USG4 bert høvdu ognað sær 2 stig hetta kappingarár.

Føroysku kvinnuar komu væl frá byrjan. ÍF Føroyar legði seg skjótt á odda við einari 3-4 málsleiðslu, og henda frástøðan helt seg væl inn í fyrra hálvleikin. Um kenslan av, at “hetta skulu vit nokk klára” førdi við sær, at ferðin minkaði og teknisku mistøkini øktust, er ilt at siga. Men USG4 megnaðu at spæla seg inn aftur í dystin – uttan tó av álvara at hótta føroysku kvinnurnar.

Í steðginum varð millum annað prátað um at økja ferðina, minimera tekniskar villur og standa sterkari í verjuni. Venjarin (Jákup) saknaði vilja og geist. Hetta er týpiskt nakað, ið ikki kemur av sær sjálvum, tá mótstøðuliðið týðiliga er veikari.

Við nøkrum skjótum málum løgdu føroysku kvinnurnar seg aftur trygt á odda, og henda leiðslan vísti seg at halda restina av dystinum. USG4 kvinnurnar megnaðu ongantíð at koma inn aftur í dystin. Dysturin endaði 27-20.

Eftir dystin vóru kvinnurnar væl nøgdar við sigurin og tey 2 stigini. Leikliga eru rúm fyri forbetringum, og hetta er heilt vist nakað, sum liðið tekur við sær til komandi dyst.

 

Málskjúttar og liði: Ása Dam á Neystabø 6, Maria Marjunardóttir Dahl 5, Kristina Thomasen 4, Birita Joensen 3, Elin Stakksund 3, Eydna Apol 2, Sarah Ann Bjarnadóttir 2, Gunnvá Brockie 1, Tordis Tróndarsson 1, Maria Svabo Samuelsen.

 

Keel Solution stuðlar kvinnunum.

 

Komandi dystur hjá 1. kvinnulið verður týsdagin, tá Furesø Håndbold kemur á vitjan á Amager.