2. kvinnulið vann aftur

2. kvinnulið november 2013Team København - ÍF Føroyar kvinnur 2 (10-17) 22-29.

So varð aftur dystur á skránni fyri annað kvinnuliðið hjá ÍF-Føroyum. Hesin dysturin varð leiktur sunnudagin 01/12-2013, har spælt varð móti Team København á útivølli. Av tí at tað einans eru trý lið í deildini, so var tað 3 ferð at spælt varð ímóti júst hasum liðinum innanfyri eitt lutfalsliga stutt tíðarskeið. Hetta vísti seg einans at verða gott, tí tað kendist sum okkara leikarar kendu mótstøðuleikararnar væl hondbóltsliga, og vistu tí eisini, hvørjar gentur vóru hóttanir, hvør setti spælið ígongd, hvussu málmaðurin flutti seg í málinum og so framvegis.

Dysturin leikaði javnt á teir fyrstu 10 minuttirnar, men so fóru okkara kvinnur frá mótstøðuliðnum, og løgdu seg á odda við eini 5 málum. Hóast nógv mistøk og ov lítla ferð í dystinum, so helt hendan leiðslan sær til bríkslað varð  til hálvleik. Tá var støðan 10-17 til okkara. Í hálvleikinum varð tosað um at fara inn á vøllin aftur, og avgera dystin beinanvegin, og so varð. Dysturin endaði 22-29.

Síðsti dystur í hesum árinum hjá 2. kvinnuliði verður týsdagin 10. desember á heimavølli, tá IF Stadion kemur á vitjan.