Kastaðu 2. pláss fyri borð

Eftir at Keypmannahavn í fleiri vikur hevur ligið í dvala vegna regn og vind, vaknaðu keypmannahavnar-íbúgvar í morgun upp til bláan himmal og sól. Dagurin sá lovandi út og boðaði frá góðum.

 

Fyrsti dystur hjá 1. liði eftir jólaferiuna var í dag kl. 10 leiktur á heimavølli í Sundby Hallerne á Amager. Mótstøðuliðið var BK Ydun 2, sum undan dystinum lá á 7. plássi við 12 stigum, 2 stig aftanfyri ÍF Føroyar vid 14 stigum. Við einum sigrið í dag kundi ÍF Føroyar leggja seg á eitt 2. pláss og harvið fáa eitt sindur av luft niður til hini mótstøðuliðini. Sostatt var ein sigur í dag sera umráðandi.

 

ðsta dyst ímóti Ydun vann ÍF Føroyar 34-31. Talan var um ein greiðan sigur, hóast máltalvan segði nakað annað. Tískil var ÍF Føroyar greiður favorittur at vinna dystin.

 

Dysturin byrjaði gott fyri ÍF Føroyar. Okkara menn komu fram um við tveimum málum næstan beinan vegin og kláraðu at halda leitsluna einar 20 minuttir inn í dystin. Hesar minuttirnar var tað kroppssterki Janus, sum breyt seg gjøgnum Ydum verjuna og hegnisligu avleveringarnar hjá Tummas Paula inn á strikuna, sum helt ÍF Føroyar inni í dystinum.

 

Hóast tvey-máls leiðslu, sást týðiliga, at menn høvdu ligið á tí lætu síðini í jólamánaðinum. Spælið gekk seint fyri seg og menn orkaðu illa at renna. Tá ið orkan hjá okkara monnum byrjaði at ganga undan, byrjaði Ydum at fáa betur tak í teirra verju. Ferðin á føroyska álopsspælinum datt enn longur niður og verjan byrjaði at gera feilir, sum førdu til, at mótstøðumennirnir komu til alt ov løtt mál.  Ydum otaði seg nærri og nærri og komu fram um við tveimum málum, tá ið 25 minuttir vóru leiktir. Tá ið farið varð til hálvleiks, var støðan 14-15 til Ydum.

Í hálvleikunum fingu menn sjálvsagt rís, heldur enn rós frá venjaranum. Menn vóru samdir um, at avrikið í fyrstu hálvu kundi alt annað enn góðtakast. Nógv klók orð blivu søgd og nógvar avtalur avtalaðar. Nú skuldi vend koma í!

 

ÍF Føroyar kom fram um við einum máli, tá ið 35 minuttir vóru spældir. Eftir hetta raplaði korthúsið og liðið datt fullkomuliga saman. Avtalurnar blivu ikki hildnar og menn byrjaðu at fara í sjálvdrátt. Hvørki álop ella verja hekk saman.

 

Ydum dugdi væl at útnytta veikleikarnar í føroyska liðnum og við sjógv á baki runnu teir ÍF Føroyar niður við snarálopum. ÍF Føroyrar megnaði ikki at fylgja vid og vóru aftur út vid 4 málum, tá ið 52 minuttir vóru farnir. Í eini roynd at venda neiligu gongdini, fóru okkara menn fram í eina offensiva verju. Hetta eydnaðist tíverri ikki, og tá ið avtornaði, vísti máltalvan 28-34 til Ydum.

 

Um jóladunnan framvegis ikki var sodna ella menn hugsa um komandi skúlaroyndir, er ilt at siga. Men tað kann í hvussu er staðfestast, at tapið í dag stóðst av einum kollektivum kollapsi, har onki gekk eftir vild. Hóast hetta, er tað umráðandi at sláa fæst, at okkara menn hava nógv meiri í sær enn dagurin í dag vísti. Um vit høvdu havt ein nøkulunda góðan dag, so høvdu vit vunnið á Ydum.

 

Hóast dagurin byrjaði gott við bláum himli og sól, máttu spælarar og viðhaldsfólk ganga vónbrotnir heim í nógvum mótvindi. Men hóast mótvindur tykist møtumikil, minkar hann fyrr ella seinni. Tí hevur tað allstóran týðning, at menn reisast aftur og lata seg í arbeiðshandskarnar og koma sterkt aftur til næsta dyst.

 

Dagsinsleikara atkvøður:Janus 6, Brian, Jákup, Hjalti, Rói og Jens hvør sína.

Málskorarar: Janus (5), Tummas P. (5), Hjalti (4), Jóannes (3), Helgi (3), Jákup (2), Rúni (2), Jens (2), Rói (2)

 

Eik stuðlar 1. liðnum