1. kvinnulið byrjaði við einum tapi

ÍF Føoyar 1. kvinnulið – Holte IF (7 – 17) 17 – 30

Hóskvøldið 9. januar spældi 1. kvinnulið hjá ÍF Føroyum sín fyrsta dyst eftir jólafrítíðina. Mótstøðuliðið var Holte IF, ið undan dystinum var nr. 2 í kappingini, bert eitt stig framman fyri føroysku kvinnurnar. Hetta var tískil ein týdningarmikil dystur, tí vunnu ÍF Føroyar kundu tær koma upp á annað plássið.

Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum vóru sera uppsettar og klárar undan dystinum. Tá dysturin varð bríkslaður í gongd, gjørdist tað tó beinanvegin greitt, at mótstøðuliðið var av einum heilt øðrum kaliber, enn okkara kvinnur eru vanar við. Okkara kvinnur høvdu ilt við at fylgja við skjóta spælinum, megnaðu ikki at bróta ígjøgnum sterku verjuna og brendu ov nógvar møguleikar. Holte IF struku avstað frá føroysku kvinnunum, og høvdu skjótt eina málleiðslu upp á eini 7-8 mál. Við endan av fyrra hálvleiki gjørdist verjan hjá føroysku kvinnunum mundandi betur. Tó megnaðu tær framvegis ikki at fáa spælið at ganga í hinum endanum. Hálvleiksstøðan var 17-7 til Holte IF.

2. hálvleikur byrjadi betur enn fyrri. Spælid hjá føroysku kvinnunum gekk betur og skjótari og tær hálaðu seg spakuliga inn á mótstøðuliðið. Drúgva jólafrítíðin hjá okkara kvinnum gjørdist tó tíðilig miðskeiðis í seinna hálvleiki – tær orkadu ikki at fylgja við mótstøðuliðnum, sum tí fingu alt ov nógv skjótálop og sluppu ov lætt ígjøgnum. Endaliga støðan gjørdist 30-17 til Holte IF.

Kvinnurnar á 1. kvinnuliðið eru sjálvsagt skuffaðar av stórtapinum, men ásanna at betra liðið fór við sigrinum hóskvøldið! Okkara kvinnur eru klárar at lata seg í arbeiðshandskarnar og at renna jóladunnuna av, minka um teknisku villurnar og fáa avtalurnar upp á pláss aftur.

 

Liðið: Anja, Edith, Eydna, Helena, Maria D., Maria S., Sarah Ann, Stina, Tordis.

 

Keel Solution stuðlar kvinnunum.