1. kvinnulið góða byrjan uppá 2014

 

Ålholm IF, Hillerød - ÍF Føroyar 1. kvinnulið (11-11) 23-27

Sunnumorgun 26.01.2014 gekk leiðin til Hillerød, har 1. kvinnuliðið hevði sín fyrsta dyst í øðrum umfari. Av tí, at tað einans rakk til eitt 3. pláss í innleiðandi rundu, høvdu kvinnurnar einki stig við sær, og tað var tí sera týðningarmikið at fáa eina góða byrjan.

Dysturin byrjaði eisini gott. Við skjótum spæli og góðari verju løgdu vit okkum skjótt við 4-5 málum fram um. Tí var tað heldur óskillligt, at heimaliðið hálaði leiðsluna inn aftur og kom heilt upp á javnt áðrenn hálvleik.

Við hálvleiksstøðuni 11-11 vóru allar samdar um, at seta tempoið upp aftur og fara inn at stýra spælinum. Skjótt vóru aftur 7 mál á muni, og tað var tíðiligt, hvat betri liðið var. Men enn einaferð fór luftin hjá ÍF Føroyar kvinnunum, heimaliðið fekk sett tempoið niður aftur, og vit byrjaðu at gera feilir bæði í álopi og verju. Tíðbetur var gott málmannsspæl við til at halda leiðsluna.

Tað var ongantíð ivi um, hvør fór at vinna dystin, og liðið vísti til tíðir flott hondbóltspæl. Men við endaliga úrslitinum 23-27, gjørdist samstundis klárt, at tað enn er nógv, ið skal justerast, áðrenn spælið hongur ordiligt saman.

 

Liðið: Maria D. 6, Elin 6, Birita M. 5, Ása 2 (1), Eydna 2, Gunnvá 2, Anja 2, Tordis 1 og Maria S. (tók tvey straffi).

Keel Solution stuðlar kvinnunum.