ÍF Føroyar 29 – 22 Albertslund/Glostrup 2

Tredje gang er lykkens gang…

 

Eftir eitt tap, og ein javnleik í nýggja árinum, vísti tað seg, at triðji dysturin skuldi venda keðiligu gongdini. Seinast, í dystinum ímóti Fremad Valby, bleiv tað einans til ein javnleik, har tað helst skuldi blivið til 2 stig. Tá liðið hevur sum mál at flyta upp, mátti dysturin í dag vinnast, tí kappingin um uppflytingarplássini er ómetaliga hørð.

Menn tóktust tendraðir til dystin, millum annað tí, at undarnfarna uppgerð við Alberstlund/Glostrup hevði gingið heldur hart fyri seg! Sum eg skilti á lagnum, var tað serliga Rósing, ið fingið nøkur “knubs”, og tað skuldi hevnast!

 

Gongdin í fyrra hálvleiki var jøvn. Vit fingu tvær útvísingar innan 8 minuttir, og báðar útvísingarnar hevði Tummas Pauli æruna av (ein av útvísingunum var heldur bílig, vildi Tummas Pauli vera við). Tað var millum annað orsøkin til, at vit ikki fingu eina alt ov góða byrjan. Okkara leikarar høvdu tó yvirtakið í meginpartinum av hálvleikinum, men vit fingu ikki rist mótstøðuna av okkum. Leikarar vístu tó gott tol og rutinu, tá vit hildu fast í dystarætlanini. Tá tað bleiv bríkslað til hálvleik, førdu vit við 2 málum.

Í øðrum hálvleiki, spældu vit við meira skili í álopinum, og verjan stóð ómetaliga væl. Tað hevði eisini við sær, at vit fingu meir møguleikar í snarálopunum! Vit løgdu sostatt beinavegin sjógv ímillum okkum og mótstøðuna, og tað fekk mótstøðuna til at royna okkurt øðrvísi, fyri at venda gongdini. Teir royndu seg m.a. við at mansverja Jóannes Prestá, ið hevði skorað mál eftir vild. Tað útnyttaðu hinir leikarnir við at spæla við toli og spældu seg til góðar málmøguleikar í hvørjum álopi. Løtu seinni valdu Albertslund/Glostrup eisini at mansverja Hjalta, men tá bleiv teirra verja innholað sum ein Swiss Cheese.

 

Tá ið dómarin bríkslaði dystin av, vísti máltalvan 29-22 til ÍF Føroyar.

 

Eitt lið-avrik, ið vildi nakað! Sigurin kom av, at nógvir mans tóku ábyrgd. Nýggi maðurin á liðnum, Jóannes Prestá, skoraði heili 8 rein mál. Hann bleiv spældur væl upp av viðleikarum, og til tíðir tók hann sakina í egnar hendur. Viðmerkjast skal eisini, at Roar fekk eitt gjøgnumbrot í dystinum í dag, og skoraði heili 6 mál. Oftani vóru eini fýra armar uppi at verja fyri, men Roar trekti bóltin runt um verjuna ferð eftir ferð.

 

At 22 mál komu ígjøgnum í okkara enda, er meir enn góðkent. Rói og Hjalti gingu á odda í verjuni, ímeðan Roar, Janus og Jóannes gjørdu tað gott, tá teir vóru testaðir av mótstøðuni. Tá verjan stóð væl, tóku Lars og Pól alt, ið kundi verða tikið afturi á málstrikuni.

 

Tredje gang var lykkens gang… Vónandi var hetta startskotið uppá eitt ordans Winning-Streak!

 

Málskjúttar: Jóannes (8), Roar (6), Hjalti (5), Jens (4), Helgi (3), Janus (2), Brian (1).

Dangsins leikara atkvøður: Jóannes (9), Roar (2), Hjalti (1).

 

Eik stuðlar 1.liðnum