Reytt vendi dystinum

Kvinnur: ÍF Føroyar 1 - AB 2 (13-10) 19-19

Leygardagin 8. februar spældi 1. liði hjá kvinnunum heimadyst. Tikið varð í móti oddaliðið AB2 ið bert er eitt lítið vet framman fyri okkara kvinnur.

Tíðiligt varð at ÍF-føroyar ætlaði sær at vinna dystin. Frá fyrsta bríksli sást at okkara kvinnur vóru væl uppsettar og komu tær tí væl frá byrjan. Verjan riggaði væl, tó til tíðir vóru kvinnur í so grammar og endaði tað við nøkrum brotskøstum til mótstøðuliði. Hetta kann tó eisini skyldast dómara ið var óførur at brúka floytuna, og gjørdi hann sítt fyri at dysturin var ávirkaður av spæli stoppi. Í álopinum eydnaðist væl at fáa opna teirra verju og løgdu okkara kvinnur seg á odda 13-10 í hálvleikinum.

Seinni hálvleikur gekk við somu gongd, okkara kvinnur førdu og spældu frálíkan hondbólt, Men! So kemur vend í. Komnar inn í hálvan hálvleik fekk Ása D. á Neystabø,  av einari ella aðrari orsøk útvísing í føroyskum álopi. Hetta virkaði ótrúliga løgið og ringt varð at fylgja dømingini hjá dómaranum, sum endaði við dupult útvísing til Ásu ið nærmast einki hevði gjørt. Harvið fekk Ása reytt kort og var úti restini av dystinum.

Teir næstu fýra minuttirnar verða tí spældir við einum leikara færri og eru okkara kvinnur ótrúliga ávirkaðar av avgerðini hjá dómaranum. AB megnaði harvið at hála seg fram um tá bert átta minuttir vóru eftir til 19-18. Eftir vánaligu viðferðina gjørdist gentur samdar um at dysturin ikki skuldi tapast og kempað varð tá fyri at fáa sigurin í hús. Okkara kvinnur gjørdist akkurát ov stuttar og endaði dysturin við einum skuffandi og óskiljandi javnleiki 19-19.

 

Liðið: Maria S. Samuelsen, Kristina Thomassen 4, Birita Mortansdóttir 2, Edith D. Olsen 6(2), Elin Stakksund 1, Tordis Tróndarson 2, Anja Eliasen, Gunnvá Brockie og Ása D. á Neystabø 4.

Keel Solution stuðlar kvinnunum.