Eik høvðusstuðul eitt ár afturat

Seinastu tvey árini hevur Eik banki verið høvðusstuðul hjá besta mansliðnum hjá ÍF Føroyar hondbólti, og tað vera teir eisini næsta kappingarár. Hetta merkir at Eik stuðlar hondbóltinum fram til apríl 2015. Samstarvið millum ÍF Føroyar og Eik hevur verið gott, og nevndin hjá ÍF Føroyar hondbólti frøðist yvir at samstarvið heldur áfram næsta kappingarár. Vit vilja takka Eik fyri stuðulin og gleða okkum til at fáa enn eitt gott kappingarár í 2014/2015.

 


 

Í morgin, sunnudagin 23. feb. kl. 15.00, skal besta mansliðið møta okkara harðasta kappingarneyta um 2. plássi í bólkinum hjá okkum. Hesin dysturin kann blíva rættuliga avgerandi fyri stríðið um uppflyting. 2. plássi í deildini gevur rættin til at spæla um upprykking í 3. division. Øll eru sjálvandi vælkomin at stuðla okkum. Dysturin verður leiktur á okkara heimavølli í Sundbyhallen (Englandsvej 61). Um gongst sum æltað, so verður eisini liveuppdate av dystinum. Meir um hetta seinni á okkara Facebook bólki.

Koyr á ÍF Føroyar

 

Eik stuðlar 1. mansliði