Aðalfundurin 2014

Árligi aðalfundur felagsins varð hildin í veitsluhølinum á Oyrasundskollegienum mánakvøldið 17. feb. Eini 20 limir vóru møttir til fundin, sum ÍF Føroyar samtakið helt saman, sum fevnir um fótbólt, hondbólt og fimleik.

ÍF Føroyar hondbóltur hevði tað stórsta limatalið nakrantíð fyrru helvt av hesum kappingarárinum, tá tað var nakað væl omanfyri 40 limir í felagnum. Hetta var eisini fyrstu ferð at hondbólturin í Keypmannahavn hevur havt tvey manslið og tvey kvinnulið. Vónandi fer seinna hálva eisini at eydnast líka væl.

ÍF Føroyar hondbóltur er komi fyri seg fíggjarliga, aftaná at hava fingið ein dyggan smeit fyri góðum 2 árum síðan, tá felagi fekk eina risa bót. Men nú eru líkindi góð fyri at enda kappingarárið við einum jaligum úrsliti á botnlinjuni og hesum kunnu vit takka øllum limunum felagsins, sum gjalda limagjald og okkara mongu stuðlum.

Vit eru fegin um at nevndin hjá hondbóltsdeildini í ÍF Føroyum øll heldur fram. Í nevndini sita: Helgi Justinussen formaður, Hjalti Mohr Jacobsen, Djóni Højgaard, Kristina D. Simonsen og Gunnvá Brockie.

Stuðlar hjá ÍF Føroyar hondbólti kappingarárið 2013/2014 eru:

EIK

Keel Solution

Tryggingarfelagið Føroyar

Mest Pam

Bakkafrost

Smyril Line

Posta

Carlsberg Sportsfond