Sera skuffandi javnleikur

Kvinnur: ÍF Føroyar 1 - USG 5 (13-10) 21-21

Leygardagin 22. februar spældi 1. lið hjá kvinnunum heimadyst úti í Valby, ímóti USG 5.

Okkara kvinnur vóru uppsettar og byrjaðu væl. Men tad gjørdi mótstøðuliðið eisini, og greitt var beinanvegin at mótstøðuliðið ikki bara var ein og hvør. Dysturin leikaði javnt á, og tá 16 minuttir vóru farnir, var støðan 8-7 til ÍF Føroyar. Sum frá leið, fingu okkara gentir av álvara glið á spælið, og hálvleiksstøðan var 13-10 til ÍF Føroyar.

Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri endaði, og ÍF Føroyar dróð longur og longur frá USG. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 18-13 til okkum, men tá kom stíður í. ÍF Føroyar byrjaði at gera tekniskar villur, spæla ein og ein, og verjan riggaði heldur ikki. USG 5 nærkaðist meir og meir, og tá 4 minuttir vóru eftir av dystinum var støðan 19-20 til USG. Hesa løtuna var spenningurin verðuliga í hásæti, og tað sást, at okkara gentur ikki vildu geva skarvin yvir. Tá ein minuttur var eftir, vóru okkara gentur aftanfyri við 1 málið, men tá fingu ÍF Føroyar straffi, sum Anja umsetti til mál, og nú var støðan 21-21. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, og máttu okkara gentur fara skuffaðar heim aftur, við bert 1 stiði.

Liðið: Ása D. Á Neystabø 6 (1), Maria Dahl 4, Kristina Thomassen 4, Gunnvá Brockie 3, Elin Stakksund 2, Anja Eliasen (2), Tordis Tróndarson, Maria S. Samuelsen.

Komandi sunnudag fáa ÍF Føroyar kvinnurnar møguleika av vísa USG hvør dugur í er teimum, tá liðini longu bresta saman aftur á heimavølli hjá USG, sum er í Otto Mønsted hallen.

Keel Solution stuðlar kvinnunum.