Jersey - ÍF Føroyar (24-28)

 

Hóskvøldið var 1 liðið aftur í eldinum, og hesaferð gekk leiðin til Solrød Strand, har Jersey var mótstøðuliðið.

 

ÍF Føroyar byrjaði væl, og komu skjótt framum 3-6. Dreingirnir frá Jersey royndu tó at heinta leiðsluna innaftur, og hóast tað eina løtu var javnt, so var ÍF Føroyar á odda 10-12 í hálvleikinum. Serliga var tað gott verjuspæl, og einum vælleikandi Lars Blak, sum dreingirnir frá Jersey høvdu trupuleikar við. Í seinna hálvleiki var skjótt klárt at hesin dysturin nokk skuldi fara at enda við einum sigri til ÍF Føroyar, og vóru tað serliga bakspælarnir hjá ÍF Føroyum, sum ferð eftir ferð settu bóltarir í Jersey málið. Sigurin var ongantið í vanda í seinna hálvleiki, og endaði dysturin 24-28 til ÍF Føroyar.

 

Ein eitt sindur stuttlig hending var í fyrra hálvleiki, tá Rósing fer í skjóttálop. Tá Rósing skal skjóta bóltin móti málinum er tað ein av dómarunum sum tekur synd í mótstøðuliðnum, og hevur leita sær inn í málmansfeltið. Tað endar við at Rósing skjýtur bóltin beint í ryggin á dómaranum, sum fær eitt sindur ilt, og dømir málkast til Jersey. Hóast dómarin í hesum føri valdi at spæla við Jersey, var dømingin gjøgnum allan dystin sum heild ikki tann besta, men tó so at eingin hending fekk avgerandi týdning fyri úrslitið á dystinum.

 

Málskjúttarnir hesaferð vóru: Jóannes 8, Rósing 5, Róar 5, Hjalti 4, Rani 3, Brian 2, Rúni 1.

Dagsins leikari bleiv Róar við 3 atkvøðum.

 

Eik stuðlar 1.liði