1. kvinnulið vann sunnudagin

Kvinnur: USG5 - ÍF Føroyar1  (10-13) 21-23

So hevur 1. liðið hjá kvinnunum aftur verið í eldinum, og hendan fyrsta sunnumorgunin í mars, varð leikt ímóti USG5 - sama liði sum seinasta vikuskifti. Tá leikaði javnt á gjøgnum allan dystin, og hóast okkara kvinnur høvdu eina eitt og tvey máls leiðslu gjøgnum allan dystin, so gjørdist endaliga úrslitið ein skuffandi 21-21 javnleikur. Uppsettar uppá at broyta hesa gongdina og fáa ein sigur við heim til hús, varð dysturin bríkslaður í gongd. Okkara kvinnur komu væl frá byrjan, og løgdu seg beinanvegin framum við tveimum ella trimum málum. Spælið koyrdi sera væl til tíðir, verjan var sterk og álopsspælið gekk skjótt og væl fyri seg. Føroysku kvinnurnar megnaðu at halda leiðsluna gjøgnum teir fyrstu 30 minuttirnar, og tá ið dómarin bríkslaði til hálvleik var støðan 10-13 til okkara kvinnur – júst sum í seinasta dysti.

Í hálvleikinum varð tosað um, hvat kundi gerast betur, so at seinni hálvleikur ikki einans gjørdist ein endurtøka av seinasta dysti, har tær spakuliga hálaðu seg inná okkum og javnaðu. Eisini vórðu vit fyrireikaðar mentalt uppá, hvussu vit skuldu reagera, um hetta hóast alt fór at henda.

Seinni hálvleikur varð bríkslaður ígongd, og dystargongdin var nærum hin sama, sum í fyrra hálvleiki. Mótstøðuliðið vísti tó aldrin okkara kvinnum, at tær høvdu givið upp, og tær kempaðu tí nærum allan dystin um at taka leiðsluna. Hetta vóru okkara kvinnur innstillaðar uppá, og vistu tí eisini, hvussu hendan støðan skuldi handfarast. Júst sum dysturin var um at verða liðugur, settu okkara kvinnur ferð á, og løgdu seg endaliga framum við tveimum málum. Dysturin endaði 21-23, og sostatt eisini við einum sigri til okkara kvinnur.

Hósdagin 06/03 klokkan 18.20 spæla okkara kvinnur aftur á útivølli móti IF Stadion.

Liði: Maria S.,Tordis, Maria D., Gunnvá, Ása N., Elin, Eydna, Anja og Kristina T.

Keel Solution stuðlar kvinnunum.