Tolin trívst og treiskin vinnur

Kvinnur: IF Stadion - ÍF Føroyar (14-13) 30-31

Ein vakran hósdag í mars møtti fyrsta liðið hjá ÍF Føroyar kvinnum kvinnunum hjá IF station úti í Brønshøj.

Dysturin byrjaði væl hjá føroysku kvinnunum við góðum spæli í báðum endum, og ÍF Føroyar kvinnurnar vóru allatíð við yvirlutan til stutt áðrenn hálvleik. Tá byrjaðu kvinnurnar úr Brønshøj at minkað um leiðsluna og komu eisini á odda 14-13 áðrenn farið var til hálvleiks.

Í halvleikinum varð tosað um, at kvinnur ikki spældu 100% og geisturin manglaði. Hetta tóku kvinnurnar til sín; tær komu út á vøllin sum eitt ódnarveður og vóru næstan ikki til at steðga. Tá ið 15 minuttir vóru eftir, fingu ÍF Føroyar kvinnurnar tríggjar 2 minuttirs útvísingar á rað, og hetta gjørdi tað eisini lættari hjá Brønshøj damunum at koma upp í spæl. Hetta hevði tí við sær, at spenningurin vaks og vardi til síðsta bríksl. Men hesar síðstu minuttirnar vístu ÍF Føroyar kvinnurnar ein vilja av stáli og fóru tann langa vegin heim aftur við einum 30-31 sigri.

Tolin trívst og treiskin vinnur.

Liðið: Kristina S., Maria S., Maria D. 5, Eydna 3, Tordis 2, Kristina T. 4, Anja 3, Elin2, Turið 1, Ása 9 (2), Gunnvá 2, Birita M.

Keel Solution stuðlar kvinnunum.