Stórur munur á toppi og botni

 

ÍF Føroyar - HVI Himmelev (42-27)

 

Týskvøldið spældi 1.lið hjá monnunum dyst ímóti HVI Himmelev 2. Tað skuldi vísa seg, at vera ein avgreiðslu spurningur fyri okkara menn, eftirsum at Himmelev lá aftast við 0 stigum.

Vit løgdu okkum frammum við nøkrum málum beinanvegin, og øktu soleiðis at hálvleiksstøðan var 21- 13.

Tað sást á spælinum í 2. hálvleiki, at tað nokk var stuttligari at skora mál enn at verja væl. Úrslitið av tí gjørdist, at Himmelev fingu alt for nógv mál. Tó endaði dysturin við einum sigri til ÍF Føroyar. Vit vunnu við 42 málum ímóti 27.

 

Málskjúttarnir vóru: Jóannes 6, Rósing 6, Rani 6, Roar 6, Tummas P 6, Janus 4, Hjalti 3, Rói 3, Brian 1, Jákup 1

 

Dagsins leikari bleiv Pól við 4 atkvøðum

 

Eik stuðlar 1.mansliði