Viljin at vinna var sterkari enn óttin fyri at tapa!

Kvinnur: AB2 - ÍF Føroyar1 (8-15) 20-27

Sunnudagin tann 16/3 var 1. kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum enn einaferð á vitjan í útjaðaranum av Keypmannahavn. Hesu ferð gekk leiðin til Bagsværd, har kvinnurnar møttu oddaliðnum AB 2. Lagt var upp til ein spennandi dyst, tí vunnu føroysku kvinnurnar, komu tær ájavnt við AB 2 og løgdu seg  harvið á eitt deilt fyrsta pláss í kappingini. Um kvinnurnar vunnu henda dystin, gjørdust útlitini fyri uppflyting heilt góð.

Við dystarbyrjan merktist fjálturin týðiliga á okkara kvinnum. Álopssplælið gekk heldur striltið og skotini fóru við síðuna av málinum. Í hinum endanum var tað greitt, at talan var um eitt oddalið. Spælið gekk skjótt og skotini sótu væl. Tað gekk tó ikki lang tíð til fjálturin hevði lagt seg hjá okkara kvinnum, og spælið fór at koyra. AB 2 megnaðu ikki at bróta ígjøgnum sterku ÍF Føroyar verjuna, og tá tær endiliga komu til møguleikar, stóð Maria S. sum ein brandur í málinum.  Í hinum endanum stýrdi tann vælleikandi Ása D.N. spælinum, og við tolnum hondbóltsspæli løgdu ÍF Føroyar kvinnurnar seg trygt á odda. Tá farið var til hálvleik, var støðan 15-8 til føroysku kvinnurnar.

Eftir hálvleikssteðgin skifti AB 2 taktikk í verjuni. Tær vardu høgt á øllum plássum, soleiðis at føroysku kvinnurnar ikki kundu spæla teirra spæl. Hetta ørkymlaði ÍF Føroyar álopið, og lítið og einki kom burturúr fyrstu løtuna. AB 2 fekk nøkur skjótálop og hálaði seg spakuliga inn á ÍF Føroyar. ÍF Føroyar vildu tó ikki seta leiðsluna í vága og byrjaðu aftur at spæla tað tolna álopsspælið. Tá riggaði betur og málini fóru spakuliga inn. Sigurin var ongantíð av álvara í vanda og endaliga støðan gjørdist 27-20 til ÍF Føroyar kvinnurnar.

Sum heild var hetta ein góður dystur hjá føroysku kvinnunum. Hóast tað við hvørt var torført at bróta ígjøgnum AB 2 verjuna, var stríðsviljin alla tíð í topp, og viljin at vinna var alla tíð sterkari enn óttin fyri at tapa!

 

Liðið: Anja Eliasen, Ása Dam á Neystabø, Birita Poulina Mortansdóttir, Elin Stakksund, Eydna Didriksen Apol, Gunnvá Brockie, Kristina Thomassen, Maria Dahl, Maria Svabo Samuelsen, Tordis Tróndarson og Turið Akraberg Poulsen.

Keel Solution stuðlar kvinnunum.