Fjórði sigur á rað til 1. Manslið

Fyrsta manslið hjá monnum tók sunnudagin ímóti Team Nørrebro 2. Roar er gamal Nørrebrobúgvi, og hann hevði sneyta seg fram til, at útiliðið hevði skaffa sær styrk til hendan dyst, men tad skuldi vísa seg at verða til fánýtis.

Enn er møguleiki hjá okkara monnum at flyta upp í 3. división og menn tykjast at vísa góðan hugburð. Hendan dagin byrjaðu vit sum ódnarveður. Verjan stóð væl og tað gjørdi at Lars eisini stóð væl. Álopið haltaði eitt sindur fyrsta part av fyrra hálvleiki, so um miðjan hálvleik var støðan bert 6-6. Verjan bleiv tó við at standa væl og tá vit so um miðjan hálvleik fingu Rasmussen rakkettina avstað til nøkur skjótálop, so byrjaðu vit so smátt at fara frá teimum. Støðan í hálvleikinum var 13-9. Í seinna hálvleiki kom gongd í okkara stationera álopsspæl, og tá so Roar og Presturin byrjaðu at gera tað teir eru keyptir til, at skora mál, so fingu vit skjótt eina 10-máls leiðslu. Teir síðstu 10 minuttirnir fóru vid flúgvarum og øðrum fjanti og fjasi. Endaliga støðan bleiv 33-22.

 

Umframt at telja mál, so er venjarin fyri kortum eisini byrjaður at telja upplegg, ella assist sum onkur vil kalla tað. Eitt fínt initiativ, so at teir sosialistisku leikarnir á liðnum, sum heldur spæla bóltin til tann fría mannin ístaðin fyri at skjóta sjálvir, eisini fara glaðir í song. Eitt og hvørt gott initiativ skal sjálvandi altíð útnyttast og soleiðis var eisini hesuferð. Sonur Hanus, tann yngri, var als ikki nøgdur vid at fokus nú skuldi deilast vid aðrar tá hann hevði skorað. Tá hann so endiliga fekk eitt straffi í dystinum, so gjørdi hann ikki matari enn at skunda sær yvir at skjóta straffi, áðrenn toppurin á hierarkinum fekk lagt seg ímillum. Tískil megnaði hann sum tann fyrsti at fáa eitt assist og eitt mál í sama álopið. Tey siga hann er ikki beiggi beiggja sín fyri onki !!!

Dagsins leikari í dag bleiv Roar Dalsgarð.

Dagsins leikari:

Roar 4,Lars 3, Rósing 2, Rói 1, Janus 1, Sonur Hanus, tann yngri 1, Jákup 1

Mál:

Rósing 8, Prestá 8, Sonur Hanus, tann yngri 5, Roar 5, Janus 2, Hjalti 2, Jákup 1, Rani 1, Jens 1.

Upplegg:

Janus 10, Hjalti 8, Roar 5, Rósing 3, Prestá 3, Sonur Hanus, tann yngri 1.

 

Eik stuðlar 1.liðnum