Enn ein sigur til fyrsta kvinnuliðið

ÍF Føroyar1 - Ålholm IF, Hillerød (7-7) 22-13

Leygardagin, 22. mars tók fyrsta kvinnuliðið á heimavølli ímóti botnliðnum Ålholm IF úr Hillerød. Eftir stigatalvuni at døma skuldi talan vera um ein avgreiðsluspurning, men soleiðis vísti tað seg ikki at vera. 20 minuttir áðrenn dysturin skuldi floytast í gongd, høvdu vit ikki eingongd skift í spæliklæðini, av tí at vit júst høvdu fingið at vita, at dysturin var framskundaður ein hálvan tíma.

Stundir vóru ikki til at hita ordiliga upp, og av tí sama byrjaðu vit dystin sera illa. Tá fimtan minuttir vóru leiktir, vísti talvan 1-2 til Ålholm IF. Sigast má, at tað sást als ikki aftur í spælinum, at ÍF Føroyar í løtuni spæla um uppflyting og 1. plássið í bólkinum. Gongdin var tann sama restina av fyrra hálvleiki og hálvleiksstøðan var 7-7. Í steðginum varð tosað um, hvussu vit kundu venda ógvuliga vánaligu gongdini, serliga var tað álopsspælið, ið ikki riggaði.

Í øðrum hálvleiki bleiv ferðin skrúðað eitt sindur upp, og vit fingu nøkur skjót mál. Eftir einari løtu var málmunurin fimm-seks mál, restina av dystinum øktist leiðslan og endaliga úrslitið gjørdist 22-13. Samanumtikið, snøgt sagt, ein ússaligur fyrri hálvleikur og ein frægari seinni hálvleikur. Ein dystur, sum varð merktur av sera seinum spæli frá Ålholm IF, ið darvaði okkara spæl mikið.

Næsti og samstundis næstseinasti dystur hjá okkum í ár er ímóti Brøndby Strand IK á útivølli komandi sunnudag. Brøndby Strand IF liggur á aftasta plássi við einans tveimum stigum saman við Ålholm IF.

Liðið hendan dagin: Maria Samuelsen, Eydna Apol, Maria Dahl (1), Ása D. á Neystabø (8), Gunnvá Brockie, Elin Stakksund (2), Anja Eliasen (5), Kristina Thomassen (4), Tordis Tróndarson, Edith Dahl-Olesen og Birita Mortansdóttir (3)

Keel Solution stuðlar kvinnunum.