Stórsigur og uppflyting!!

Kvinnur: ÍF Føroyar1 – IF Stadion (16-8) 32-16

Lagt var upp til ein sera spennandi ársins síðsta dyst hjá kvinnunum. Tað skuldi ein sigur til fyri at enda kappingarárið á fyrsta plássinum, sum gevur rættin til beinleiðis uppflyting. Mótustøðuliði var IF Stadion, sum liggja í niðara endanum á stigatalvuni, men okkara kvinnur tóku dystin í stórsta álvara, tí seinast hesi liðini møttust vunnu tær føroysku akkurát við neyð og deyð við 1 máli.

Tað sást beinanvegin at okkara kvinnur vóru sera uppsettar, tær byrjaðu væl og komu skjótt framum. Við einari sera stinnari verju gekk ikki long tíð fyrr enn tær føroysku byrjaðu at renna undan. Tá fari var til hálvleiks vóru okkara kvinnur frammanfyri heili 16-8.

Í hálvleikinum var tosa um at halda áfram, tí kvinnurnar úr Brønshøj vóru als ikki steðgaðar upp, sjálvt um tær vóru væl aftanfyri, so spældu tær álopsspæl sum um tað var javnleikur. Seinni hálvleikur helt fram eins og fyrri, har tær føroysku kvinnurnar veruliga gjørdu bart í verjuni, so Brønshøj kvinnurnar høvdu sera ringt við at koma ígjøgnum og skuldu brúka nógva orku fyri hvørt tað einasta álop. Tað gjørdi kanska at tær ikki høvdu eins nógva orku at dekka upp í hinum endanum, tí tær føroysku komu til tíðir til løtt mál í álopinum, við at finna hvørja aðra væl.

Sigurin var ongantíð í vanda og uppflyting er nú veruleiki hjá kvinnunum, sum komandi kappingarár skulu leika í Serie 1 og 2.

Liði í dag: Kristina S., Kristina T., Elin, Anja, Ása, Gunnvá, Edith, Eydna, Tordis, Birita M., Maria D.

 

Málskorarar: Ása 8, Eydna 5, Gunnvá 4, Anja 4, Kristina T. 3, Elin 2, Birita M. 2, Maria D. 2, Edith 1, Tordis 1.

Keel Solution stuðlar kvinnunum.