ÍF Føroyar - Rødovre (24-25)

Umsíðir kemur dystarfrágreiðingin, sum skal umrøða ÍF Føroyar tapinum á Rødovre. Orsakað av vánaliga úrslitinum og skakandi atburði hjá ávísum viðleikara, hava sterkar kenslur gjørt seg galdandi í ÍF Føroyar hópinum. Tað er millum annað av hesi orsøk, at dystarfrágreiðingin er so mikið seinka.

 

Tað var sunnudagin 23/02 kl. 15:00, at ÍF Føroyar var vertur fyri Rødovre HK.

Ein ósigur kundi hava við sær lagnutungar avleiðingar fyri ÍF Føroyar, sum miðar eftir uppflyting til næsta kappingarár. Tað kom tískil ikki óvart á nakran, at allir leikarar vóru sera upsettir til dystin – áskoðarar og leikarar tóktist tó at gerast nakað skelkaðir, tá vestmenningurin kom í Róa Lamhauge sum valdi at fleingja Rødovre leikara – meira um tilburðin seinni í frágreiðingini.

Heimaliðið kom betur frá byrjan, og tryggjaði sær tíðliga í fyrsta hálvleiki eina munagóða leiðslu. Tað var eyðsæð, at hondbóltsspælið fall monnum lætt hendan dagin. Hjalti skarðaði framúr, og royndi seg væl sum spælskipari. Tú vart serliga bergtikin, tá Hjalti, væl inni á egnari hálvu, legði flúgvarakast til Rósing, sum setti bóltin í netið hjá Rødovre.

ÍF Føroyar var á greiðari sigurskós, tá dómarin bríkslaði til hálvleiks, og tískil kom tað eisini óvart á bæði leikarar og avvarandi, at Rødovre vann dystin 24 – 25. Serstakliga tá havt verður í huga, at heimaliðið hevði eina 7 máls leiðslu í fyrra hálvleiki.

Tað var eyðsæð, at tapið sveið serstakliga illani hjá Róa Lamhauge. Áskoðarar og viðleikarar gjørdist tó ovfarnir, Rói Lamhauge bukaði ein verjuleysan Rødovre leikara. DHF valdi at geva Róa 1 - daga leikbann, og lagaliga revsingin kom eisini væl við hjá ÍF Føroyum, sum illa klárar seg uttan mikla vestmenningin.

DHF valdi lagaligu revsingini av teirri orsøk, at Rói sum heild er kendur sum ein mjúkur og dámligur leikari. Samstundis viðmerktu dómarirnir, at Rói var skjótur at hálsfevna órættaða Rødovre leikaranum, og angraði alt fyri eitt sínar gerðir.

 

Mál / stuðla:

Rósing: 4

Jens: 4

Rói: 1/1

Brian: 0/1

TUMPAU: 3/4

Roar: 2/1

Hjalti: 3/10

Rúni: 2/0

Jóannes: 5/2

 

Dagsins leikari gjørdist Rói Lamhauge.

 

Eik stuðlar besta mansliði!