Tryggur sigur til 1. mannsliðið

Lagt var upp til ein sera spennandi dyst í vikuskiftinum, tá ið besta mannfólkaliðið hjá ÍF Føroyum fekk vitjan av Fremad Valby. Undan dystinum lá ÍFF á eindum deildum 2. plássi við Rødovre HK og Fredad Valby lá á 4. plássið.

Fysrtu løtuna av dystinum leikaði javnt á. Men tá ið einir 10 minuttir vóru farnir av fyrsta hálvleiki, setti ÌFF meira á motorin. Tað góða eyðkenda ÌFF spælið byrjaði nú at koma til sín rætt, samstundis sum verjan fekk betur stýr á Valby álopinum. Hetta førdi við sær, at ÍFF kom á odda við 7 málum, tá ið 10 minuttir vóru eftir av fyrsta hálvleiki.

Síðstu 10 minuttirnar av fyrsta hálvleiki gjørdu gestirnir frá Valby ein líttlan vørrð og minkadu málmunin niður í 4 mál, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.

Venjarin hjá ÍFF, Niklas Reginson, gav sínum leikarum onkur góð ráð í hálvleikinum, tí tá ið 2. hálvleikur var hálvrunnin, var ÌFF aftur á odda vid 7 málum.

Lítla løtu seinni gjørdi Framad Valby tó eitt ordans ”comeback”. Teir fingu betur stýr á teirra álopsspæl og ÍFF verjan stóð ikki líka stinn sum undan hálvleikinum. Tá ið 7 minuttir vóru eftir av dystinum, vóru bert 3 mál á muni.

ÍFF leikararnir innsóðu nú vandan og settu ferðina upp á álopsspælinum. Enn einaferd víst Hjalti síni góðu spælskipara evnir og leiddi ÍFF fram á ein tryggan sigur. Dysturin endaði 31-24 til ÍFF, sum sostatt vann við 7 málum.

Leygardagin tann 12. apríl, spælir ÍFF síðsta dyst í hesum kappingarárinum. Tá fara teir til Frederiksberg at spæla ímóti FIF2, sum liggur klárt á odda í ”kvalifikationsrækken” við 41 stigum. Um ÍFF vinnur og Rødovre HK 2 tapir, so endar ÍFF á 2. plássi og skullu spæla um uppflyting upp í 3. division.

Atkvøðurnar fyri dagsins manni fullu soleiðis:

Roar 5

Pól 4

Rúni 2

Rósing 1

Lars 1

Málskjúttarnir vóru:

Roar 8

Rósing 6

Jóannes 5

Hjalti 5

Tummas Pauli 4

Rani 2

Rúni 2

Rói 1