Nýggir venjarar og nýggj nevnd skulu finnast

Nú seinasta kappingarár er farið afturum bak byrja fyrireikingarnar til komandi kappingarár so smátt at taka form. Bæði Jákup Larsen og Niklas Reginsson sum ávíkavist hava staðið fyri besta kvinnu- og mansliði felagsins hava takkað fyri seg á hesum sinni. Samstundis fer okkara trúfasti 2.mansliðs venjari og nevndarlimur Djóni Højgaard av landinum og verður tí ikki partur av felagnum komandi kappingarár (í hvørt fall ikki fyrru hálvu). Hjalti M. Jacobsen, sum hevur verið formaður, venjari og kassameistari í felagnum hevur valt at leggja alla orku í felagið sum spælari komandi kappingár - so vit rokna við at Hjalti fer at fáa eitt kanón kappingarár í 2014/2015 :)

Alt hetta merkir so at fleiri broytingar verða í felagnum, og vit vóna at fleiri bjóða seg fram at geva eina hjálpandi hánd. Alt arbeiðið í felagnum er ólønt. Tó skal sigast at útreiðslur til venjarar og limagjald skulu ikki gjaldast av venjarum/nevndarlimum.

Vit søknast eftir einum høvuðsvenjara til kvinnurnar og einum til menninar. Hesi skulu sum útgangspunkt taka sær av venjingini og hava ábyrgd av 1.liðshópunum. Harafturat kundu vit gott hugsað okkum ein ella tveir persónar til at taka sær av 2.liðnum. Her hugsa vit um leikarar sum spæla fast við 2.liðnum og sum kunnu standa fyri tí praktiska viðv. dystum.

Nevndin hevur seinasta árið talt 5 persónar, og tað meta vit er ein passalig stødd. Um so er at fleiri kundu hugsað sær at koma við, so er sjálvandi pláss fyri tí. Í verandi løtu eru 5 limir, men tveir av teimum vera so ikki við komandi ár. Tískil er pláss fyri minst tveimum persónum í nevndini til komandi kappingarár.

Um tú hevur hug at fáa eitt sindur av royndum sum nevndarlimur og/ella vil royna tínar eginleikar sum venjara hjá felagnum, so er bara at kontakta onkran av limunum sum enn sita í nevndini (Kristina Simonsen, Gunnvá Brockie, Helgi Justinussen).

Næsti nevndarfundur verður longu Kristi Himmalferðardag (29.05.2014) kl. 20.00, so um tú vilt vita meir um nevndararb. ella venjara møguleikar so er gyltur møguleiki fyri tí. Øll sum hava áhuga í ÍF Føroyar hondbólti eru vælkomin í nevnd og/ella venjarastarv.

Venjingin til komandi kappingarár byrjar týsdagin 2. September.

Nevndin