Nýggjur venjari - Flemming Isaksen

 

Hondbóltskappingin hjá bæði monnum og kvinnum byrjar 27. september. Full ferð er komin á venjingina hjá bæði monnum og kvinnum, men tó hava kvinnurnar enn ikki haft nakran fastan venjara.

Komandi týsdag kemur so ein nýggjur venjari at standa fyri venjingunum hjá kvinnunum. Flemming Isaksen kemur at taka sær av venjingunum og samstundis standa fyri besta kvinnuliði felagsins. Flemming er ikki heilt ókendur í felagnum. Hann hevur fyrr staðið á odda fyri okkara kvinnuliði, og vit eru glað fyri at hann nú velur at taka enn eitt tørn við rórið.

ÍF Føroyar ynskir Flemming væl afturkomnan og góða eydnu við uppgávuni.

Koyr á ÍF Føroyar!

Keel Solutions stuðlar besta kvinnuliði.