Ein langur góður dystur


Besta mannslið hjá ÍF Føroyar Hondbóltur hevði mikukvøldið sín fysta dyst í hesum kappingarárinum. Talan var um steypakappingardyst móti LHK, ið annars leikar í Seriu 1, sum er deildin undir kvalifikationsrækken. Setningurin til dystin var tískil einfaldur: ÍF Føroyar skuldi vinna, og harvið spæla seg víðari í 2. umfar í steypakappingini.

 

Nýggi venjarin hjá ÍF Føroyar monnnunum, Tróndur “Kattekilling” Kragesteen, tóktist serliga spentur til dystin. Eygleiðarin hjá hondboltur.dk var við til taktikkfundin, og tað vóru ikki smávegis snildir, sum Kragesteen borðreiddi við. Umframt taktiskt áræði, sýndi Kragesteen eisini tað poetiska tamarhaldið, ið hann hevur á ÍFF hópinum. Orðinið: ,,Vit kunna antin spæla ein keðiligan langan dyst, ella ein góðan langan dyst, valið er tykkara”, fara helst ongantíð í gloymskuna. Serliga Rói Lamhauge tók orðini hjá Tróndi í álvara, og var hann eisini undangongumaður í stórsigrinum, hetta heystkvøldið í Smørum.

 

Hóast at endaliga úrslitið gjørdist 23:42 til ÍF Føroyar, var tað LHK ið fekk betru byrjanina. Fyrstu minuttirnar tóktist tað sum, at ÍF Føroyar leikarirnir høvdu torført við at finna hvønn annan, bæði í verju og í álopi. Tú hugsar, at hetta helst kemst av teirri orsøk, at ov nógvir kyndlamenn eru á liðnum – livst so spyrst. Tað skerst tó ikki burtur, at tað serliga var ein vælleikandi Rani Ellingsgaard, ið steðgaði viðrákinum hjá SLH. Ferð eftir ferð fann hann Róa Lamhauge inni á strikuni, sum setti bóltarnar í netið.

 

Hálvleiksstøðan varð 17:8, og leikarirnir vórðu samdir um, at haldast skuldi framm við góða spælinum í 2. hálvleiki. ÍF Føroyar vann dystin við 19 málum, og eru sostatt til reiðar at fara undir 2. umfar í steypakappingini. Fyrsti landskappingardystur er leygardagin 27. septembur, á útivølli móti Team Nørrebro.

 

Dagsins leikari gjørdist Rói Lamhauge við 5 atkvøðum, meðan besti málskjútti var Jóannes Prestá við 7 málum

Atkvøður til dagsins leikara:

Helgi: 1

Rói: 5

Rókur: 3

Lars: 3

 

Málskjúttar:

Rani: 3

Rósing: 5

Helgi: 2

TUMPAU: 3

Tróndur: 5

Hjalti: 3

Jóannes: 7

Kristoffur: 2

Rói: 6

Rókur: 6

Lars: Lars fekk einki mál hendan dystin.

 

Eik stuðlar besta mansliði!