Kvinnurnar vunnu aftur

1. lið kvinnur: ÍF Føroyar - CIK3 29-23

8. oktobur spældi 1. kvinnulið hjá ÍF Føroyum sín næsta dyst hetta kappingarárið ímóti CIK 3. Tað var ein góður, men eisini harður dystur. Mótstøðuliðið, CIK 3, gjørdi sítt fyri at royna at fáa tamarhald á heimaliðnum, men hetta eydnaðist teimum ongantíð, og ÍF Føroyar var á odda allan dystin. Um hálvan fyrra hálvleik fór luftin úr CIK leikarunum, og vit løgdu okkum nøkur mál framum. Hendan leiðslan helt mest sum allan dystin. Eina løtu í seinna hálvleiki fingu CIK hála seg inn aftur á ÍF Føroyar og munurin minkaði niður í tvey mál. Síðstu 10 minuttirnar struku vit avstað aftur, og endaliga úrslitið gjørdist 29-23.

Maria S. var tíverri sjúk til dystin, men nýggi málverjin, Hanna Joensen, sum stóð fyrstu ferð í málinum, spældi ein megnar dyst. Sum man sigur, maður kemur í mans stað.

Anja, gjørdist toppskjútti vid 8 málum, 6 av teimum vóru brotskøst. Sigast má, at Anja hevur veruliga funnið síni góðu straffiskot fram, tí at hon hevur ikki brent enn.

Samanumtikið vóru ÍF Føroyar leikararnir og venjarin væl nøgd við dystin. Liðið er enn nýtt, og pláss er sjálvsagt fyri nógvum ábótum. Liðið kann tó taka stríðsvilja, gott verjuspæl og framúr málsmans spæl við frá dystinum. Næsti dystur hjá kvinnunum er 19. oktobur á útivølli ímóti FIF.

Á liðnum vóru (mál): Elin Stakksund, Birita Mortansdóttir (4), Stina av Kák Kollsker (2), Gunnvá Brockie (1), Edith D. Olsen (2), Elisa I. Leo (1), Anna Elinborgardóttir Berg, Ása Dam av Neystabø (7), Sissal W. Høgnadóttir, Eydna D. Apol (4), Anja Eliasen (8(6)) og Hanna Joensen.

Dagsins leikari: Ása Dam á Neystabø.



Keel Solution stuðlar kvinnunum.