Bert eitt stig til fyrsta liðið hjá monnunum

 

Leygardagin tann 4.okt tók ÍF Føroyar ímóti Tune IF. Dysturin var leiktur í Sundby høllini, á Amager. Hjalti Mohr Jacobsen stóð prøvan sum venjari, vegna Tróndur Kragesteen var burturstaddur.

ÍF Føroyar byrjaði dystin sera væl. Spælið var sett við nógvum skiftum, har Tummas Pauli og Jóannes stóðu uppá skift at skjóta mál. Tune IF byrjaði við einari flatari 6-0 verju, men eftir 15min skifti teir til eina 5-1 verju, tá stóð støðan 12-6 til ÍF Føroyar. Eftir Tune IF kom longur upp á vøllin, byrjaði ÍF Føroyar at gera nógvar tekniskar villur, og taka byttar avgerðir. Eftir stutta tíð, hevði Tune IF hála seg inn aftur í dystin. Hálvleik støðan var 16-14.

 

Seinni hálvleikur byrjaði væl, har IF Føroyar fekk tvey skjót mál 18-14, men sum í fyrra hálvleiki, gjørdi ÍF Føroyar nógvar tekniskar villur. Liðini fylgdu hvørjum øðrum næstan allan seinna hálvleik.
3 min áðrenn dystarenda, fekk Rókur eina útvísing, og Tune IF minkaði munin til 25-24. Tríggjur teir seinastu minuttirnir vóru sera hektiskir, og um tað ikki hevði verið fyri debutantinum Bartal Kamban, so hevði tað kunna enda við einum tapi. 1 min áðrenn dystarenda, fingu vit eina síðstu roynd, Jóannes bleiv spældur leysur í høgru sídu, men skotið fall við sínar av.  Dysturin endaði við einum javnleiki 25-25.

 

Dagsins maður: Bartal 5, Rókur 4, Jens 1, Hjalti 1, Jóannes 1.

 

Málskjúttar: Tummas Pauli 6, Jóannes 5, Rókur 5, Jens 3, Rói 2, Rani 1, Rúni 1, Rósing 1, Helgi 1.

Eik stuðlar besta mansliði!