Besta mansliði fekk tvey stig við heim frá Jersie

Tann 19. Okt. Spældi ÍF Føroyar sín næsta útidyst. Dysturin var í Jersie Strand ímóti Jersie HK. Til dystin hevði venjaratoymið útvega liðnum ein leigubil, og saman við bilinum hjá Roar var pláss fyri øllum monnunum.

Fysti hálvleikur byrjar javnt, liðini fylgjast til 3-3, og teir tykjast at hava nakrar leikarar, ið kunnu gera dystin truplan fyri okkum. Sum hálvleikurin líður vísir tað seg tó, at teir hava ikki tí neyðugu álopsstyrkina, til at bróta seg ígjøgnum bringubrøttu verjuna hjá okkum. Og við einari góðari verju og væl leikandi málverjum skora Jersie HK bert 6 mál í hvørjum hálvleiki. Hálvleiksstøðan gjørdist 6-12 og høvdu vit gagnnýtt okkara møguleikar til fulnar hevði leiðslan kunna verið væl størri.

Seinni hálvleikur byrjar har vit sleptu. Verjan verjur væl, og málmaðurin tekur tað hann skal. Í takt við at teir gerast óðir og móðir, økja vit leiðsluna og vinna heili 12-30. Onkur danskur áskoðari vildi vera við, at ÍF Føroyar leikaranir vóru so stórir og bringubrattir, tí teir eta fisk minst tríggjar ferðir um vikuna, sum man ger í Føroyum.

Sum heild er okkara álopsspæl merkt av nógvum tekniskum villum og loysninar vera funnar í tí tilvildarliga hondbóltsspælinum, har vit dúa uppá einmansavrik. Vit brenna eisini ótrúliga nógvar kjansir og onkur vildi vera við, at bólturin hevði skyldina í tí. Sigurin var tó ongantíð í vanda, og hetta tóku summir leikarar sum eina innbjóðing til at spæla smartir. Teir royndi at lobba og skrúða, men komu serstakliga illa frá tí, og onkur leikari man hava følt seg býttan í sínum retour-løbi. Heldigvís bilti tað einki, og vit fingu flent eftir tí eftir dystin.

Dagsins leikari gjørdist Tróndur Kragesteen við trimum atkvøðum, Rúni og Rógvi fingu tvær í part og síðan fingu Hjalti, Tummas Pauli og Lars eina atkvøðu hvør.

Málskjúttar vóru:

Tróndur 7

Rógvi 6

Jóannes 5

Rúni 4

Tummas Pauli 2

Rói 2

Hjalti 2

Rókur 2

Eik stuðlar besta mansliði!