2. lið kvinnur vunnu aftur

2. lið kvinnur: Amager SK 3 - ÍF Føroyar (7-11) 15-20

Sunnudagin 26. okt. var næsti dysturin í kappingarárinum á skránni hjá 2. liðnum hjá kvinnunum. Spælt varð ímóti grannunum frá Amager SK.

Vit løgdu okkum framum beinavegin í fyrsta hálvleiki, og tá ið farið varð til hálvleik var støðan 11-7 til okkum. Sjálvt um Amager SK royndi at pressa okkum í seinna hálvleiki lovaðu vit teimum ongantíð at leggja seg fram um, og vit førdu við 3-5 málum allan dystin.

Verjan hjá okkum stóð væl, og málmenninir tóku tað, sum tær skuldu. Álopsspælið var munandi betri enn í okkara fyrra dysti, men til tíðir vóru vit ov grammar at sleppa til skot og gloymdu at spæla saman. Sjálvt um spælið ikki var av tí besta ígjøgnum allan dystin, so megnaðu føroysku kvinnurnar at vinna dystin 20-15.

Á liðnum í dag vóru (mál): Carol, Vár (4), Sunniva (1), Paula, Svava (1), Unn (4), Maria (7), Elin (1), Henný (2), Barbara og Hanna

Komandi dystur hjá 2. lið kvinnum verður sunnudagin 9. november heima ímóti Team Nørrebro.