1. kvinnulið leikti javnt

1. lið kvinnur: KSG - ÍF Føroyar (11-11) 22-22

Toppdystur hjá 1. kvinnuliði í seriu 1 tá KSG tók ímóti ÍF Føroyum. Undan dystinum høvdu bæði liðini fulla úrtøku, og tí var lagt upp til ein spennandi dyst. Hetta skuldi tað eisini vísa seg at gerast, og liðini endaðu við at deila stigini í millum sín.

Kvinnurnar úr Frederiksberg løgdu út sum eitt ódnarveður, og eftir fáar minuttir vísti máltalvan 4-0 til heimaliðið. Vit valdu beinanvegin at skifta frá 6-0 verjustøðu til 5-1. Eftir hvøkkin raknaði føroyska liðið við, og við Edith á odda, otaðu vit okkum inn á KSG aftur, soleiðis at støðan var 4-4, tá 10 minuttir vóru leiktir. Síðani fylgdust liðini restina av fyrra hálvleiki, tó var tað alla tíðina KSG, ið kom fram um, og ÍF Føroyar runnu aftaná.  Málkvinnan hjá KSG stóð sera væl, og vit brendu eitt hav av opnum møguleikum. Tá farið var til hálvleiks stóð á jøvnum 11-11.

Eftir steðgin komu ÍF Føroyar kvinnurnar betri frá byrjan og løgdu seg fram um fyri fyrstu ferð í dystinum við tveimum málum. KSG hálaði skjótt inn aftur, og soleiðis fylgdust liðini til, tað restaðu fimm minuttir í av dystinum. Tá skoraði mótstøðuliðið tvey skjót mál, ímeðan vit høvdu eina útvísing. Tað var ikki einans málkvinnan hjá KSG, ið stóð væl hendan dagin, Maria tók tvey brotskøst og hevði nakrar týdningarmiklar bjargingar tá ið á stóð. Seinastu minuttirnar fekk heimaliðið einki mál, ímeðan vit fingu tvey, ið rukku til ein javnleik. Endaliga úrslitið gjørdist 22-22.

Eftir dystin tóktust kvinnurnar nøgdar við javnleikin, tó so at bæði venjari og leikarar vóru samd um, at næsti dystur móti KSG, ið verður eftir jól, skal vinnast. Trý brotskøst vóru misnýtt, og alt ov nógvir opnir málmøguleikar vóru brendir.

Liðið í dag og málskjúttar: Edith Dahl-Olesen (6), Birita Mortansdóttir (5), Ása Dam á Neystabø (3), Unn Kragesteen (3), Elin Stakksund (2), Jenný Kragesteen (2), Sissal Würdig Høgnadóttir (1), Anja Eliasen, Eydna Apol, Tordis Tróndarson og Maria Samuelsen.

Edith varð vald til dagsins leikara.

Komandi sunnudag verður aftur dystur. Hesaferð leika bæði ÍF Føroyar kvinnur og menn á heimavølli ímóti ávikavist USG 3 og USG 2. Tað hevði verið stuttligt at sæð fleiri áskoðarar til dystirnar.

Keel Solution stuðlar kvinnunum.