Toppdystur í Køge

1. lið menn: Team HK Køge 2 - ÍF Føroyar 24-34

Lagt var upp til eitt satt oddabrak hendan sunnudag millum Køge, sum undan dystinum lá á einum fyrsta plássi og ÍF Føroyar. Bilurin varð leigaður, og hýrurin í truppinum var góður.

Tað skuldi tó skjótt vísa seg, at tann spenningur, sum væntaður var, ongantíð kom. ÍF Føroyar legði út sum eitt óløgið, og tók beinanvegin eina trygga 4 máls leiðslu. Spælið í fyrra hálvleiki var sera skjótt, og menn vóru nærlagdir og kaldir framman fyri málinum. Sostatt kundi ÍF Føroyar fara til hálvleiks við eini tryggari leiðslu.

Nærlagnið dalaði eitt sindur, tá 2. hálvleikur varð bríkslaður í gongd, og Køge át seg spakuliga inn á okkum. Menn samdust um, at hetta bar ikki til, og settu ferðina á spælinum upp aftur. Vit byrjaðu aftur at renna skjótálop, og serliga var tað Rósing, sum hesa løtuna var flúgvandi.
Eyðsæð var, at Tróndur Kragesteen hevði sett menn at venja tekniska venjing fáar dagar framman undan. Ferð aftaná ferð góvu okkara menn Køge málmanninum høvuðbrýggj, og mátti hann ásanna, at einki var at gera við teknisku snildirnar hjá føroysku leikarunum. Har vóru bæði snúrarar og lobbarar at síggja, og ikki var tað løgið, at áskoðarafjøldin í høllini var imponerað.

Skjótt spæl, neyvleiki og eitt gott avrik frá málmanni okkara, Bartali var orsøkin til, at okkara menn drógu longra stráðið hendan dag.
Sigurin varð feiraður við eini kvalitetsmáltíð, og eingin fór svangur heim aftur til Keypmannahavnar.

Óivað var Køge liðið skelkað av teimum føroysku leikarunum, tí eftir dystin hoyrdist frá pedellinum, at Køge liðið hevði mett, at tað neyvan fór at hava nógv upp á seg at seta føroyska liðið upp á pláss.

Samanumtikið var tað ein sera góður dagur hjá 1. mansliði, sum vann ein trivaligan 10 máls sigur á 24-34 á oddaliðnum.
Harvið bardi ÍF Føroyar seg upp á eitt 1. pláss, og eru enn ósigraðir.

Málskjúttar:
Kristoffur 1
Rúni 1
Tróndur 4
Jóannes 3
Rósing 9
Hjalti 7
Tummas Pauli 1
Rói 2
Rókur 6

Dagsins maður: Rósing

EIK stuðlar monnunum.