Tann góða gongdin heldur fram

1. lið kvinnur: ÍF Føroyar - USG 3 (15-11) 28-20

Sunnudagin skuldu øll 4 liðini hjá felagnum spæla dyst á heimabana og tí var lagt upp til ein sannan hondbóltsdag. ÍF Føroyar kvinnur vóru síðst í røðini, og leikast skuldi móti USG 3. Hini trý liðini hja felagnum høvdu røkt uppgávuni til fulnar og fingið fult stigatal og hesa góðu gongd ætlaðu vit ikki at steðga.

Vit komu væl frá dystarbyrjan og eftir 10 min. høvdu vit skorað 8 mál, meðan USG høvdu fingið bóltin inn í málið 4 ferðir. Maria vardi málið væl við hjálp frá stinnari verju og álopsspælið gekk skjótt og væl. Gjøgnum seinnu helvt av fyrra hálvleiki helt málmunurin sær á 4-5 mál. Verjan stóð enn stinn, men álopsspælið var merkt av tekniskum villum og brendum skotum. Hóast vit ikki komu longur frá mótstøðuliðnum føldu vit, at vit høvdu stýr á støðuni og at tað vóru USG, ið runnu aftaná. Halvleiksstøðan var 15-11.

Í steðginum var tosað um at halda áfram við góða verjuspælinum og samstundis minimera villurnar í álopsspælinum og koyra ferðina upp soleiðis, at vit kundu fáa ein tryggan sigur heim. Hetta riggaði. Í álopsspælinum var framúr strikuspæl av Jenny og Ása hevði nógvar flottar fríspælingar og somuleiðis nógv flot mál. Maria helt fram við góðum málmansspælið og tók m.a. 3 brotskøst gjøgnum dystin. Málmunurin vaks líðandi gjøgnum hálvleikin og endaliga støðan gjørdist 28-20 til ÍF Føroyar kvinnurnar.

Eftir dystin vóru bæði kvunnurnar og venjarin nøgd við sigurin. ÍF Føroyar kvinnur eru framvegis ósigraðar og liggja á fyrsta plássið í kappingini.

Næsti dystur verður longu týskvøldið á heimavølli kl. 18.45. Tá leika vit ímóti VHC/Vidar 3, ið liggja á einum 8. plássið í kappingini og tí er ætlanin til dystin greið; vit skulu vera 2 stig ríkari eftir síðsta bríksl.

Liðið í dag og málskjúttar: Ása Dam á Neystabø (9), Jenný Kragesteen (5), Birita Mortansdóttir (4), Anja Eliasen (4), Eydna Apol (3), Unn Kragesteen (2), Edith Dahl Olesen (1), Sissal Würdig Høgnadóttir, Elisa Ingebrigtsen Leo og Maria Samuelsen.

Ása varð vald til dagsins leikara.

Keel Solution stuðlar kvinnunum.