2. kvinnulið vann oddabrakið

2. lið kvinnur: ÍF Føroyar - Team Nørrebro3 (7-10) 26-21

Sunnudagin 9. november tók ÍF-Føroyar móti Team Nørrebro 3. Talan var um toppdyst, har hvørgan av liðunum høvdu mist stig.
Vit fingu fyrsta málið, og liðini skiftust um at føra tad fystu tíðina. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom steðgur í spælið hjá okkum. Vit gjørdu nógvar villur, skotini vóru ikki nóg neyv og Team Nørrebro hevði ongar stórvegis trupulleikar at bróta seg gjøgnum verjuna. Tá ið fari var til hálvleiks førdi Team Nørrebro 10 – 7.

Tad var eitt annað lið, ið kom á vøllin í seinna hálvleiki. Vit vóru meira uppsettar, fingu spæli at koyra betri og verjan stóð væl. Serliga Maria, ið spældi á miðuni, var ein sonn marra fyri Team Nørrebro, har hon knallaði ein bólt, og annan fyri framvið verjuni í mál. Vit blivu við at kempa og sum seinni hálvleikur leið, vístu vit hvør var betra liðið. Dysturin endaði 26 – 21.

Liðið í dag og málskjúttar: Maria Dahl (11), Vár Gregersen (6), Svava Vestergaard (6), Carol Symphor(2), Helena Heðinsdóttir Á Krákusteini (2), Elin Stakksund, Sunniva Ingrið Jacobsen, Paula Leitisstein Olsen, Henny Haraldsen og Hanna Joensen.