Vit flongdu hinar

1. lið kvinnur: ÍF Føroyar – VHC/Vidar 3 (16-10) 30-19

Týskvøldið tóku vit ímóti VHC/Vidar 3 á heimavølli. Vit vístu teimum, at vit høvdu viljan at vinna og eru enn ósigraðar í okkara bólki.

Frá fyrsta bríksli í dystinum fylgdust liðini. Tá ið 15 min. vóru leiktir, kláraðu vit at renna frá VHC/Vidar 3. Leikferðin, skjótálopini, viljin og skotini hjá okkum vóru, sum tey skuldu. VHC/Vidar 3 vóru heldur seinar niðan at verja málið hjá teimum, og hetta nýttu vit okkum sjálvandi av. Vit fingu nógv skjótálop, og serliga vengirnir hjá okkum fingu nógv burturúr.

Verjuspæl okkara varð til tíðir heldur ”slapt”, men tá var gott, at vit høvdu dagsins leikara í málinum, Maria S. Samuelsen, sum hevði ein framúrskarandi dag.

Í hálvleikinum varð tosað um, at vit skuldu halda áfram við góða spælinum og skjótálopunum.

Eftir steðgin hildu vit áfram við okkara spæli, verjan varð meiri stinn, skjótálopini blivu nýtt og vit kempaðu til síðsta bríksl. Dysturin endaði 30-19 til okkum.

Tað, sum varð sermerkt í hesum dystinum var, at allar skoraðu í minsta lagi tvey mál hvør. Tað má sigast, at venjarin, Flemming Isaksen, ið bleiv settur í starv í septembur, hevur megnað at sett eitt sterkt lið saman, ið enn ikki hevur tapt nakran dyst í ár.

Vit hava vunnið 6 dystir, 1 javnleik og ongan tapt. Vit liggja nú klárt nummar 1 í okkara bólki.

Liðið í dag og málskjúttar: Birita Mortansdóttir (6), Elisa Leo (4), Sissal W. Høgnadóttir (3), Tordis Tróndarson (3), Eydna Apol (3), Ása Dam á Neystabø (3), Anja Eliasen (2), Jenný Kragesteen (2), Edith Dahl Olesen (2), Unn Kragesteen (2) og Maria S. Samuelsen.

Næsti dystur hjá 1.liði hjá kvinnunum verður mikudagin 19. novembur kl. 20.30 á útivølli ímóti Amager SK 2, ið liggja á 7. plássi.

Keel Solution stuðlar kvinnunum.