2. lið kvinnur vinna, hóast mótvind

2. lið kvinnur: Amager Sundby KFUM - ÍF Føroyar (6-10) 20-24

Sunnudagin 16. november spældi 2. liðið hjá ÍF Føroyar kvinnum ímóti Amager Sundby KFUM. Hetta var ein dystur ið skuldi vinnast, tá talan var um lið, ið liggja í hvør sínum enda á stigatalvuni.

Vit løgdu væl út og komu framum við fleiri málum, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki gjørdist spælið hjá okkum heldur stirvið, og vit høvdu torført við at skora. Tá var gott at Barbara hevði ein góðan dag í málinum og tísskil fekk tikið nakrar bóltar, og megnaðu vit at halda leiðsluna og fóru til hálvleiks 6-10.

Tað tunga spælið helt tíverri áfram í seinna hálvleiki, og hetta gjørdi at mótstøðuliðið fekk møguleika at ota seg longur inná okkum, so mikið at har so at siga í gjøgnum allan seinna hálvleik vóru tvey mál á muni. Dysturin var eisini merktur av at tær fingu fleiri heldur ivasom straffir, og at vit ongantíð veruliga komu uppí tað ferð, sum vit ynsktu. Tó so skal sigast at tær komu ongantíð ájavnt ella framum okkum, so ongantíð var nakar veruligur ivi um, at vit fóru at vinna dystin, tí vit vóru klárt betra liðið. Teir síðstu minuttirnar megnaðu vit at økja eitt sindur um leiðsluna við nøkrum skjótum álopum og tísskil endaði dysturin 20-24.

Liðið í dag (mál): Stina (7), Svava (4), Henný (3), Vár (2), Maria (2), Carol (2), Helena, Anna, Hanna og Barbara.