Sunday funday

 

Enn ein sunnudagur er farin og enn einaferð 2 stig til 1. lið hjá monnum.

Dysturin varð leiktur í Frederiksberg og mótstøðuliðið hesuferð var VLI.

Menn vóru sera spentir áðrenn dystarbyrjan og nógv varð skemtað.

Hálvan tíma áðrenn dystarbyrjan, skipaði venjarin (Tróndur Kragesteen) fyri upphiting, nú var álvari at síggja á monnum.

Eftir góða upphiting bríkslaði dómarin dystin í gongd. Skjótt varð  greitt, at hesin dystur skuldi gerast heldur lættur, og sást tíðliga, at munur er er á toppi og botni í deildini. ÍF Føroyar kom skjótt á odda, og gjørdi hetta at rásarúm varð til eitt sindur av stuttleika á vøllinum. Har vóru  bæði flogfør, dupult flogfør, miseydnað flogfør, ”skrúðubóltar” og annað stuttligt á skránni

Ja ein stuttligur sunnudagur, ella sum Rósing segði so væl: ”hetta varð ordiliga Sunday funday ha?”

ÍF Føroyar helt leiðsluni allan dystin og endaði við at vinna heili 40-22.

Besti leikari gjørdist enn einaferð Kristoffur

Málskjúttar:

Kristoffur 7

Rósing 5

Tummas Pauli 4

Hjalti 6

Jóannes 8

Rógvi 1

Rani 2

Rókur 6

 

Eik stuðlar besta mansliði!