2. lið kvinnur enn ein sigur

2. lið kvinnur: ÍF Føroyar – KFUM 3 (11-10) 20-18

Týsdagin 25. november spældi 2. kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum ímóti KFUM 3. Hóast spælið ikki gekk, soleiðis sum vit ætlaðu tað, megnaðu vit at hála ein sigur í hús.

Vit løgdu út við at skora fyrstu tvey málini. Hinar komu tó upp á javnt, tí verjan hjá okkum ikki hekk saman. Ivasama verjuspælið merkti fyrru helvt av fyrra hálvleiki, og KFUM 3 kom framum. Tíbetur komu avtalurnar uppá plássi. Tað var serliga, tá ið vit skiftu yvir í 5-1 verju, at hinar fingu ilt við at fáa teirra álopsspæl at koyra. Eitt var verjan, men eisini okkara álopsspæl var merkt av feilavgerðum og lágari ferð á spælinum.

Hóast okkara lið kendist sterkari, so fylgdust liðini allan dystin. Okkara álop ikki var serliga effektivt, men vit vóru frammanfyri allan seinna hálvleik. Einki varð tó avgjørt fyrrenn heilt móti endanum. Tá var bara tað eina málið á muni eina góða løtu, har einki av liðinum skoraði. Vit brendu brotskast, onkran opnan kjans, og tveir av okkara leikarum máttu út við skaða. Í seinasta minutti fingu vit enntá eina útvísing, sum merkti, at vit skuldu vera ein minni. Tað sá ikki gott út. Tær spældu seg fram til ein opnan kjans, tíbetur stóð Hanna sum ein brandur og tók skotið, og vit fóru í álop fimm móti seks. Nú ráddi um at gera álopið so langt so gjørligt, ikki at missa bóltin býttisliga og vóna, at tíðin gekk skjótt. Tær fóru út at verja høgt á bakkunum, og vit mundu mist bóltin. Tað eydnaðist okkum tó hegnisliga at skora eitt seinasta mál, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 20-18. JES :) 

Liðið (mál): Barbara, Stina (1), Vár (2), Maria (5), Anna, Svava (5), Helena (2), Hanna, Unn (2), Sunniva, Anja (1), Carol (2).