1. kvinnulið heldur jólaferiu á 1. plássi hóast tap

Kvinnur: ÍF Føroyar 1 – Herlev/Hjorten Håndbold 3 (11-11) 19-22

Leygardagin 6. desember spældi 1. liðið hjá kvinnunum ímóti Herlev/Hjorten Håndbold. Áðrenn dystin møttist allar á liðnum heima hjá Biritu, tí hetta var ein týdningarmikil dystur, har tað var neyðugt, at allar vóru klárar, tí Herlev/Hjorten liggja eisini á odda á stigatalvuni. Tíverri eydnaðist ikki at vinna, og kvinnurnar taptu fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum.

Dysturin var sera spennandi og javnur. Eftir bert lítla løtu stóð verjan hjá okkum væl. Hitt liðið hevði ein góðan skjútta, sum skoraði fleiri mál, men vit fluttu okkum væl í verjuni, og tær vóru pressaðar í álopinum. Tíverri gjørdi vit av og á feilir í álopinum, og tær vóru skjótar at renna fram og skora.

Spælið koyrdi væl hjá okkum, men vit manglaðu til tíðir akkurát tað síðsta fyri at skotið sat væl og fyri at gjøgnumbrotið lukkaðist heilt. Hetta sást aftur í øðrum hálvleiki, hóast allar á liðnum kempaðu og spældu væl.

Bæði mótstøðuliðið og vit sjálvar fingu nakrir útvísingar. Vit fingu ikki nýtt okkara fleirtalsstøðu til okkara fyrimun, og tá vit vóru í undirtali tóku tær leiðsluna. Hetta var ein av avgerandi faktorunum síðst í dystinum.

Tað var eitt vónbrot at tapa dystin, men kvinnurnar kunnu ugga seg við, at Herlev/Hjorten ikki kunnu rykkja upp, tí at tær longu hava eitt lið í kvalifikatiónsrekkjuni. Hetta merkir, at 1. liðið hjá kvinnunum í ÍF Føroyum er fremst í sínari deild, hvat viðvíkur upprykking.

Tað var ein tættur dystur, men tíverri var tað mótstøðuliðið, sum dróg longsta stráið. Næsti dystur skal spælast aftaná jól, og tá koma vit sterkt aftur - vónandi endar hann við einum sigri.

Málskorarirnir vóru: Tordis 2, Eydna 2, Birita 3, Ása 7, Elisa 2, Anja 1, Stina 1, Svava og Jenný 1.

Keel Solution stuðlar kvinnunum.

 

1. kvinnulið eru nú farnar í jólaferiu á einum flottum 1. plássið, men tó við einum dysti meir enn Herlev/Hjorten og komandi dystur verður 10. januar á útivølli ímóti CIK.