Jólaferian sett í gongd við enn einum sigri til ÍF Føroyar

Tað var leygarmorgun 13.desembur og veðrið var av tí allarfagrasta. Minibussurin ið var leigaður til høvið, stóð klárur at heinta fyrstu mennirnir av Føroyaghetto’ini. Eingin dystur hevur verið síðan 2.des, men tíðiligt var at menn vóru enn í góðum lag eftir at hava spælt 2.divisións liði hjá Rødovre av, og tað so dyggiliga eisini.

Eftir ein túr tvørtur um vestara partin av Keypmannahavn, var tað Hvidovre ið stóð fyri skotum. Dysturin bleiv floytaður í gongd kl. 11.30 og ÍF Føroyar legði út sum eitt óløgið. Støðan var 2-7 til føroyingarnir tá teir brádliga valdu at traðka eitt sindur á bremsuna. Ferðin fór eitt sindur úr dystinum, og skjúttarnir hjá Hvidovre fingu betur tak, á ti so ellars sterku ÍF Føroyar verjuni. Hetta førdi við sær at menn fóru til hálvleiks við støðuni 11-13.

Seinni hálvleikur byrjaði sum tann fyrri. Tróndur ’Kettan’ Kragesteen og Tummas Pauli ’TP’ Hanusarsson tóku ábyrgd, settu ferðina upp, og ’haps’ so struku ÍF Føroyar frá Hvidovre. Munurin var fyri tað mesta eini 7-9 mál allan seinni hálvleik og eingin ivi var um, hvørt av liðinum nú var sterkari. Til dystin í dag vóru tvey avboð av ávikavist Rókuri Akralíð og Rósing Rasmussen. Hetta sást tó ikki aftur í alopspartinum, har menn stóðu í kø eftir at sleppa framat. Tann eyka tíðin í álopinum til verjugeneralin, Róa Lamhauge, endaði við einum tekniskt torførum skrúðibóltið innum málverjan hjá Hvidovre. Vit hava hoyrt reyp um eitt slíkt skot frá áðurnevnda á sínum yngri døgum, men her fingu menn sjón fyri søgn… har var ikki eitt eyga turt! Dysturin var ongantíð í vanda, og ÍF Føroyar fóru ósigraðir í jólafrí við einum sigri á 20-30. Eftir eina sera flotta fyrru helvt av kappingarárinum, er bert eftir hjá okkum at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt framúrskarandi nýggjár.

 

Vit gleða okkum til seinnu helvt av kappingarárinum, og um alt spælir væl av, so verður ÍF Føroyar umboða í 3.división til komandi ár.

 

Málskjúttar í dag:

Tummas Pauli (7)

Tróndur (6)

Rói (4)

Kristoffur (3)

Jóannes (3)

Rúni, (2)

Hjalti (2)

Helgi (2)

Rógvi (1)

 

Bjarginar:

Lars (9)

Bartal (10)

 

Dagsins maður bleiv Tróndur ’Kettan’ Kragasteen.

 

Eik stuðlar besta mansliðið!