2. kvinnulið tapti oddabrak

2. lið kvinnur 30. nov. 2014: FIF 6 - ÍF Føroyar (15-7) 29-18

Fyrsta sunnudag í advent 30. nov spældi 2. lið hjá kvinnum ímóti FIF 6 á Fredriksberg.
Áðrenn dystin høvdu bæði liðini 10 stig eftir 5 dystir, men hóast talan var um ein toppdyst, var føroyska liðið heldur sammensett og ikki heilt fyrireikað hendan dagin.

Kvinnurnar frá Fredriksberg, ið bæði vóru sterkar og skjótar, løgdu seg skjótt á odda í fyrsta hálvleiki og økti bert um leiðsluna teir fyrstu 30 min. Hálvleiksstøðan varð 15-7.

2. hálvleikur byrjaði betri, og vit megnaðu at hála nøkur mál inn aftur. Hetta vísti seg tó ikki at vera nokk, og mótstøðuliðið setti aftur ferðina upp og við nøkrum skjótum málum, var munurin aftur stórur. Endaliga úrslitið varð 29-18.

Av tí at støðið hendan dystin var hægri enn vanligt í okkara deild, vísti vit eisini til tíðir skjótt og gott spæl og komu til fríðar kjansir - men tá væntaði ofta síðsti neyvleikin.

FIF var klárt betra liðið, og harvið kom fyrsta niðurlag hjá felagnum hetta kappingarárið.

Líðið: Hanna, Barbara, Paula, Stina (2), Helena (1), Anja (7), Anna, Maria (4), Elisa (3), Vár (1)