Fyrsta tap hjá 1. mansliði.

So kom dagurin, har 1. manslið skuldi tapa sín fyrsta dyst. Mótstøðuliðið hesa ferð var úr Tune, og dysturin varð leiktur eitt hóskvøld kl. 19.30. Ikki kann sigast, at menn vóru vælupplagdir hetta kvøld, og tað tyktist sum um, at okkara leikarar ikki vóru heitir, tá dysturin varð bríkslaður í gongd.

Liðini fylgdust allan dystin, og hálvleiksstøðan var 15-14 til Tune. Tá 3 min. vóru eftir fór heimaliðið frá okkum, og vit máttu tískil heim aftur við okkara fyrsta tapi í ár.

Best man vera, at hesin dystur sum skjótast verður gloymdur, og vit herja á aftur til næsta dyst.

 

Málskjúttar:

Kristoffur 1 Tróndur 7 Prestá 4 Rósing 7 Hjalti 2 TP 3 Rói 3 Jens Rógvi

Dagsins leikari:

Lars 2 Bartal 2 Rósing 3 Tróndur 2 Róar 1 Rói 2 Prestá 1

Eik stuðlar besta mansliðið!