Rokdystur

Sunnumorgunin 1. feburar spældi 1. liðið hjá ÍF Føroyum sín triðja dyst í 2015. Dysturin var á útivølli í móti USG 2. Hetta var seinasti dysturin áðrenn steypakappingardystin í móti 2. divisionsliðnum IF Stadion, sum verður á heimavølli fríggjakvøldið kl. 19.

Tólv mans høvdu fingið dystarboð. Menn skuldu møta við Otto Mønsteds Hallen kl. 10.45. Tað vísti seg tó, at ymsar sjúkur gjørdu seg galdandi hendan dagin. Slaturin var nógvur um, hvat fyri sjúkur tað vóru. Onkur nevndi fuglakrím og svínakrím, meðan aðrir hildu at tað var hundasjúka og influensa. Hetta gjørdi at 30 min áðrenn dystin manglaðu fýra mans og harav tveir málmenn. Samband var tó fingið við Lars, sum hevði fingið skeiv boð og helt at møtast skuldi kl. 19. Rósing, sum annars var skaddur til dystin av tí at hann hevði ovbyrja seg í fitnessworld, var klárur at stilla seg í málið. Lars var tó skjótur á súkkluni og náddi dystin.

 

Hetta var ein sera umráðandi dysturt tí USG lá nr. fýra og ÍF Føroyar hevur ikki ráð at missa stig tí atTeam HK Køge hevur tvey stig minni, men hava spælt ein dyst færri.

Dysturin byrjaði við góðari verju, meðan álopsparturin ikki orduliga kom í gongd. Aftaná 8 minuttir hevði føroyingarnir staði í verjuni í 6 min og støðan var 2-0. Serliga var tað Lars í málinum sum var góður. Um tað var súkklutúrurin, ella kanska hansara mongu túrar í fitnesshøli, sum var orsøkin, kann ikki sigast. Seinni kom eisini betri glið á álopið og ÍF Føroyar var frammanfyri við eini 4-5 málum í hálvleikinum.

Seinni hálvleikur gekk sum fyrri inntil nakrir fáir minuttir vóru eftir. Tá tyktist sum um at dómararnir vildu hava spenning í dystin. Ferð aftaná ferð høvdu teir tveir fingrar á lofti. Menn gjørdust ørkymlaðir og tá tveir minuttir vóru eftir fekk Rúni reytt kort tí vongurin hjá mótstøðuliðnum rann inn í síðuna á honum.

Nú vóru vit bert tveir útileikarir móti seks og trý mál vóru á muni. Hetta bilti tó ikki, Lars tók straffi og teir báðir, sum eftir vóru, megnaðu at skora hóast hinir kundu seta tríggjar mans á hvønn. Hetta gjørdi at ÍF Føroyar vann dystin 27-23. Føroyingarnir vóru ikki blíðir við dómararnar, men kláraðu tó hesaferð at taka í hondina á teimum eftir dystin. Áskoðarirnir hjá mótøðuliðnum sóu eisini hvussu ringir dómararnir vóru og flentu eftir teimum eftir dystin.

 

Hóast Lars helst spældi sín besta dyst í kappingarárinum, fekk Tummas Pauli, sum eisini spældi ein góðan dyst, fleiri atkvøður og gjørdist tí dagsins leikari.

Dagsins leikari:

TP: 5

Lars: 3

Rói: 1

Rúni: 1

 

Málskjúttar:

Rúni: 2

TP: 5

Jóannes: 2

Kristoffur: 3

Jens: 4

Tróndur: 3

Rani: 3

Rói: 5

Eik stuðlar besta mansliðið!