IF Stadion flongdir

Fríggjakvøldið 6. Februar spældi ÍF Føroyar spennandi steypadyst ímóti IF Stadion, sum liggur fremst í 2. Division. Liðið hjá okkum var eitt sindur broytt frá seinasta steypadystinum, Rúni hevði fingið leikbann frá dystinum sunnudagin, og mátti tí sita yvir, og Hjalti er, tíverri fyri okkum, fluttur til Føroyar. Heppi fyri ÍF Føroyar gjørdist tað ikki ein saknur hendan dagin.

Liðið var spent til uppgávuna og vóru allir 100% tendraðir frá dystarbyrjan. Vit løgdu okkum skjótt fram um 4-0 og 7-1. Lars byrjaði væl og tók fleiri uppløgd mál. Restina av hálvleikinum fylgdust liðini og hálvleiksstøðan var 17-11. Liðið hevði spælt framúr, verjan stóð ógvuliga væl, málmenninir tóku tað teir skuldu, og okkara álopsspæl riggaði betur enn nakrantíð, har ið serliga Prestá fekk nógv burturúr.

Ætlaði Stadion sær inn í dystin aftur í seinna hálvleiki, so máttu teir fáa eina góða byrjan, men so var ikki. Vit skoraðu tvey mál, beint sum 2. Hálvleikur var byrjaður, og ÍF Føroyar helt fram við tí góða spælinum, sum vit høvdu víst í fyrra hálvleiki. Liðini fylgdust við 8-9 málum á muni, til eini 10 minuttir vóru eftir av hálvleikinum, tá ið vit fóru fram um við eini 10-12 málum. Síðstu 10 minuttirnar byrjaðu okkara leikarar eisini at spæla sær, onkur flygvari eydnaðist meðan onkur annar miseydnaðist. Stadion vísti ongantíð tað styrkina, vit høvdu vænta og var tað bara teirra høgri bakkur, ið vísti nakrar dygdir í seinna hálvleiki.

Dysturin endaði 35-21 og er tað millum flottastu sigrar í søgu felagsins. Allir leikaranir spældu væl, málmenninir tóku trygt aftan fyri eina sterka verju, meðan álopið skoraði eftir vild.

Í næstu rundu spælir ÍF Føroyar ímóti Høj, sum eisini er gamla felagið hjá Róki og Tróndi. Høj spælir í 1. Division og er tað sikkurt torførasti dysturin í søgu felagsins.

 

Dagsins leikari gjørdist Jóannes og næst honum vóru Tróndur, Rókur og Rósing við eins nógvum atkvøðum.

 

Málskjúttar:

Jóannes 10

Rósing 8

Tróndur 7

Jens 3

Kristoffur 3

Rókur 2

Tummas Pauli 1

Rói 1

ÍF Føroyar takkar fjepparunum, ið vóru komnir at hyggja og vóna at tað vera upp aftur fleiri til næsta dyst :)

 

Rókur hevði føðingardag hendan dagin, og eftir dystin bjóðaði hann bollar, kakao og annað gott :) Kanska mamman hevði hjálpt honum við at keypa inn. Føðingardagurin var hildin í sauna aftaná dystin :)

Eik stuðlar besta mansliðið!