Kvinnurnar vunnu ímóti oddaliðinum

Kvinnur: ÍF Føroyar 1 - Herlev Hjorten Håndbold 3: 24-21

Leygardagin 14.feb spældu kvinnurnar hjá ÍF Føroyar (1.lið) heimadyst ímóti Herlev.

Undan dystin lá Herlev einum fyrsta plássi. Seinast liðini hittust úti í Herlev (des. 2014) tapti ÍF Føroyar ein annars javnan dyst! Hetta vildu vit ikki hava hangandi á okkum, so einki minni enn ein sigur var nøktandi.

Tað vísti seg beinavegin, at hesin dystur skuldi vinnast í verjuni. Og so var! Verjan hjá okkum stóð væl, og Barbara í málinum spældi ein sera góðan dyst. Hon tók nógvar bóltur, og serliga megnaði hon væl at lokka mótstøðukvinnurnar at skjóta framvið málið. Eftir 15 min. vísti máltalvan ”sølle” 2-1 til ÍF Føroyar.

Føroysku kvinnurnar løgdu seg omaná, og málleiðslan svingaði í millum 2 til 5 mál gjøgnum allan dystin. Í verjupartinum var ikki nógv at seta fingurin á. Vit kempaðu væl og fluttu okkum rætt. Álopsspælið var hinvegin ikki gott nokk. Spælið var ov stirvið og skotsroyndirnar óneyvar. Sum listin yvir málskjúttar vísir, tóku tíbetur nógvar kvinnur ábygd og spældu ein fínan dyst.

Vit kunnu enn einaferð staðfesta, at ÍF Føroyar eigur besta liðið í deildini!

Endaúrslit: 24 - 21

Liðið og málskjúttar: Barbara, Birita (6), Ása (5), Anja (3), Edith (3), Maria (3), Vár (2), Jenný (1), Eydna (1,) Henný og Helena.

Keel Solution stuðlar kvinnunum.