AÐALFUNDUR 2015 - BROYTING!

Til allar limir í ÍF Føroyum.

Kallað verður til aðalfund í ÍF Føroyum mánadagin 9. mars kl. 20. Fundurin verður hildin í veitsluhølinum á Oyrasundskollegiinum, Dalslandsgade 8, 2300 København S.

Skrá

Sambært viðtøkum felagsins eru fylgjandi punkt á skránni:

1. Val av fundarstjóra og skrivara.

2. Formansfrágreiðing.

3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.

4. Framløga av fíggjarætlan.

5. Góðkenning av limagjøldum.

6. Val av aðalnevnd og deildarnevndum.

7. Val av roknskapargrannskoðara.

8. Innkomin mál.

9. Ymiskt.

Innkomin mál skulu verða felagnum í hendi seinast eina viku áðrenn fundin, tvs. mánadagin 2. mars og skulu sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it..

Vinarliga 
ÍF Føroyar