Týskvøldsdystur á útivølli endaði við sigri

Kvinnur: USG 3 - ÍF Føroyar 1: 24-30

Týskvøldsdystur móti USG 3 á útivølli endaði við sigri.

Fyri at halda lív í dreyminum um at flyta upp í Kvalifikatiónsrekkjuna komandi kappingarár, var einki annað enn ein sigur móti USG 3, sum frammanundan dystinum lá á einum 6. plássi, nøktandi. Og ikki skuldi spælast leingi, fyrr enn tað sást, at sigurin væntandi fór at hella okkara veg. Tó so kom USG 3 væl betri frá byrjan, og legði seg skjótt framum við tveimum til trimum málum. Hendan leiðslan helt sær umleið 15 minuttir inn í fyrra hálvleiki, har ÍF-Føroyar endiliga megnaðu at koma framum 9-10. Eftir at henda leiðslan varð fingin, hugdu  kvinnurnar hjá ÍF-Føroyum ongantíð afturum seg aftur, og megnaðu tær einans at økja um og halda leiðsluna allan dystin.

Endaliga úrslitið gjørdist 24-30 til okkara kvinnur, og sostatt liggja ÍF-Føroyar kvinnurnar á einum øðrum plássi við 21 stigum fyri 13 dystir, bert eitt stig aftanfyri Herlev/Hjorten, sum hevur 22 stig eisini fyri 13 dystir. Á einum triðja plássi liggja KSG við 17 stigum fyri 14 dystir, og av tí at bæði, Herlev/Hjorten og KSG hava lið í Kvalifikatiónsrekkjuni, og sostatt ikki kunnu flyta upp, eru vónirnar um uppflyting góðar, nú kappingin er komin væl ávegis.

Málskjúttar til dystin vóru: Vár 4, Edith 5, Ása 7, Birita 1, Jenný 4, Anja 4, Eydna 1, Helena 2, Maria D. 2, Barbara, Maria

Keel Solution stuðlar kvinnunum.