Kvinnurnar koyra á

Kvinnur: ÍF Føroyar 1 - Team Nørrebro 3 (12-10) 25-21

Góða gongin hjá ÍF Føroyar kvinnunum heldur á fram. Økta ferðin í góðu venjingunum hjá Anju hava saman við eini innanhýsis rennikapping gjørt, at gentur eru farnar at orka væl, og harvið er leikferðin vorðin munandi skjótari.

Í dag tóku ÍF Føroyar kvinnurnar ímóti Team Nørrebro. Fyri at røkka málinum um at flyta upp í hægri deildina komandi kappingarár er tað altavgerandi, at hvør dystir í skal vinnast, nú endaspurturin veruliga er farin ígongd. ÍF Føroyar lógu allan dystinum omaná og tað var ongantíð nakar ivi um hvør skuldi fara avstað við tveimum stigum. Dysturin var merktur av høgari leikferð, serliga í fyrra hálvleiki. Vanliga spæla okkara bakkar seg frían við gjøgnumbroti, men í dag komu fleiri mál úti frá, har góð skot sendi bóltin vakurt inn í málið. Eisini má nevnast at Vár royndi seg við hopskoti frá vonginum, har hon við framúr skoti setti bóltin í netið. At skjóta úti frá er eisini nakað, nýggi venjarin hevur lagt dent á, og sigast má at tað hevur riggað.

Sum heild var spælið gott, men gummibólturin, sum leikt varð við gjørdi, at avleveringar og skot til tíðir kundu síggja eitt sindur margháttligar út. Millum annað megnaði Edith at skjótur niðurí, men skora í ovara tríara ;)

Dysturin endaði 25-20, har hálvleiksstøðan var 12-10.

Alt í alt er tað herligt at leika við ÍF Føroyum. Vit duga at hugna okkum og hýrurin er góður. Fyri at gera venjingina fríggjakvøld hugaligari, verður farið í sauna aftaná venjing, har onkur sum oftast hevur okkurt gott við at bjóða. Eftir dystin í dag sluppu vit eisini í sauna, har Helena hevði tikið øl og saltstengur við, tí hon í seinasta dysti skoraði mál nummar tredivu.

Vit koyra á og ætla okkum so avgjørt avstað við gullinum :)


Liði og málskjúttar:

Edith 5
Birita 8
Maria 4
Vár 1
Anja 2
Jenný 1
Stina 1
Turið 1
Eydna 2
Maria S.

Keel Solution stuðlar kvinnunum.