2. lið kvinnur vunnu við 1 máli

Kvinnur: ÍF Føroyar 2 - KSG 2 (9-9) 16-15

2. liðið hjá kvinnunum vann við einum máli á heimavølli.

Sunnukvøldið leikti 2. liðið hjá kvinnunum móti KSG2 á heimavølli, í Sundby høllini, á Amager. Hetta skuldi vísa seg at vera ein samanbrestur til síðsta bríksl. ÍF Føroyar kvinnurnar stóðu væl í verjuni, men KSG2 høvdu góðir skjúttar, og flestu málini hjá teimum komu uttanfyri tríggjametralinjuna. Til alla lukku hava vit ein framúr góðan málverja, ið tók góðu skotini frá kvinnunum á KSG2. Í álopinum gekk væl. Verjan hjá KSG2 stóð ómetaliga tætt, og var tí torført, hjá okkum, at bróta ígjøgnum. Hetta sæst eisini aftur á stigatalvuni. ÍF Føroyar vóru á odda nærum allan dystin, men tó bert við 1-2 málum.

Síðsta álop átti KSG2, og tað eru frálíku takklingarnar í verjuni hjá okkum, og Barbara, sum bjargaði síðsta skotið, sum eiga sigurin, á Amager, í vikuskiftinum. JIHA!