Fyrsta manslið vann lættliga á botnliðnum

Lagið var sera gott á ÍF Førøyar leikarunum sunnudagin tá Team Nørrebro 2 kom á vitjan. Seinast vit møttu teimum var fyrsti dystur í kappingarárinum, og tá vunnu vit ein rættiliga javnan dyst.
Teir munnu hava havt nakað nógvar leikarar frá teirra fyrsta liði við tá, tí hesaferð vunnu vit ein tryggan 35-15 sigur, hóast ein heldur vánaligan fyrsta hálvleik har vit einans førdu 12-9.

 

Fyrsti hálvleikur leikaði rættiliga javnt á – vit høvdu trupulleikar við at fáa glið á tað stationera álopspælið, og verjan var eisini so sum so. Hevði tað ikki verið fyri einum sera væl uppløgdum Bartali Kamban í málinum, so hevði tað allarhelst sæð enn verri út.

Í hálvleikinum vóru allir samdir um at vit saktans kundu avgera hendan dystin tíðliga í seinna hálvleiki. Taktikkurin var einfaldur – vit skuldu renna teir niður. Lars kom inn í seinna hálvleiki, og hann stongdi málið. So var gaman í hjá kviku vongspælarunum hjá okkum at renna skjótálop, og so gekk orkan spakuliga undan hjá mótstøðumonnunum.

Hetta sóu summir sum ein møguleika fyri at gera seg upp fyri áskoðarunum. Bartal Kamban helt at hann hevði uppiborið at skora eitt mál hetta kappingarárið, so hann fekk møguleikan at royna seg sum vongur eina løtu. Ikki meir enn innkomin, fangaði hann ein bólt frá mótstøðuleikarunum og rann frá øllum beina leið ímóti málinum. Tá hann nærkaðist tríggjarmeturstrikuni varnaðist hann, at teirra málmaður stóð rættiliga langt frá málinum og lobbaði tí bóltin, sera hegnisliga, upp um hann. Tíverri fyri Bartal fór bólturin eisini upp um netið sum stendur aftanfyri málið. Bartal varð tikin út eftir hetta, og slapp ikki innaftur.

 

Lars gjørdist dagsins leikari við seks atkvøðum, meðan Jens og Kris Kros gjørdust toppskjúttar við seks málum hvør.

 

Málskjúttar:

Kris Kros: 6

Jens: 6

Jóannes: 5

Tummas P: 5

Rókur: 3

Rani: 3

Rósing: 3

Jákup: 1

Tróndur: 1

Rói: 1

 

Bjarginar:

Lars: 10

Bartal: 5

 

Eik stuðlar besta mansliðið