2. lið kvinnur taptu í vikuskiftinum

2. lið kvinnur: ÍF Føroyar - KFUM 3 (8-9) 17-19

Leygardagin 28. februar leikti 2. liðið hjá kvinnunum heimadyst á Parmagade 8 ímóti KFUM 3. Hóast bæði kvinnuliðini skuldu spæla hetta vikuskiftið, so møtti 2. lið vælmannað – tó so eydnaðist tað ikki at vinna.

Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, tó var spælið merkt av at hvørgan av liðunum komu upp í ferð. Allan fyrra hálvleik fylgdust liðini, men tað komu heldur fá mál. Vit megnaðu ikki at koma uppí ferð, hetta helst tí at spælið hjá mótstøðuliðinum var heldur seinligt og vit manglaðu tann síðsta geistin at taka leiðsluna áðrenn hálvleik. Tá farið varð til hálvleik var onki mál komið í 5 minuttir, og støðan var 8-9 til mótstøðuliðið.

Fátæksliga málstøðan helt fram og tað gingu heili 10 minuttir áðrenn fyrsta málið kom í seinna hálvleiki. Vit varðveittu vónina um at vinna, men uppá eitt tíðspunkt verða vit dømd uppá yvurtrak og at renna innanfyri 6 metur ímeðan tær skora trý mál í skjótálop. Hetta var sera óheppið og gjørdist tað torført fyri okkum at fáa nakran veruligan málmøguleika, tísskil taptu vit dystin. Dysturin endaði 17-19 og vóru kvinnurnar sera ónøgdar.

2. lið møtur í vikuskiftinum aftur KFUM 3 á útivølli og ætla vit her at vísa hvat betra liðið er!