Sigur til kvinnurnar

Kvinnur: ÍF Føroyar 1 - Amager SK 2: 22-16

Leygardagin 28. februar spældi 1. liðið ímóti Amager SK 2. Hetta liðið gjørdi nógv burturúr at nýta system og (næstan) bara spæla eftir tí. Sum dysturin leið fram, gjørdi hetta tað lættari fyri okkum at avlesa teirra spæl, og vit stóðu tí væl í verjuni og fingu steðgað teimum og fiskað nakrir bóltar. Ikki tí, hóast vit føldu, og at tað var týðiligt, at vit vóru tað betra liðið, tók tað eina góða løtu, áðrenn vit heilt komu fram um hinar. Álopsspælið hjá okkum var sum heild gott – vit fingu eisini skorað fleiri mál enn seinast, vit spældu ímói teimum.

Dysturin endaði 22-16. Samanumtikið var tað ein fínur dystur við góðum dómara og fair spæli. Gentur fóru vælnøgdar heim at njóta eitt gott leygarkvøld.

Spælarir og málskorarir vóru:

Anja (2), Edith, Ása (7), Jenný (4), Birita (2), Vár (3), Eydna, Helena og Stina (4).

Keel Solution stuðlar kvinnunum.